Várskeiðið 2025

Skeiðið er til tín, sum ætlar at søkja viðari á listaskúla, ella sum hevur eitt listafólk í búkinum, sum ongantið hevur fingið høvið at mennast.

Undirvísararnir eru yrkisfólk í síni lærugrein.

Tíðarskeið

Mars – mai 2025.

 

Kostnaður

3950 kr/mðr við gisting

2950 kr/mðr uttan gisting

Til ber at velja skúlagongd við ella uttan gisting; tvs. tú avgerð sjálv/ur um tú býrt á skúlanum.

Aldursmarkið til várskeiðið er 18 ár. Einki ovara aldursmark er.

 

Undirvísarar

Myndlist við Jón Sonna Jensen

Framførslulist við Búa Rouch og Súsonnu Tórgarð

Mentan og umhvørvi við Lív Reynheim

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni hevur útbúgving úr Norwich, Onglandi, og er millum virknastu myndlistafólkunum í landinum. Hann hevur sýnt nógv fram í Føroyum og uttanlands. Hann er eisini royndur grafiskur sniðgevi, myndprýðari og seymilærari. Les meir um Jón Sonna og listarligu yrkisleið hansara á: jonsonnijensen.com

Búi Rouch

Búi hevur lisið í London og München, har hann eisini hevur undirvíst og verið listaliga virkin í fleiri ár. Í dag framførir hann við RIVA, Det Ferösche Compagnie og teimum hópum, sum hann enn er knýttur at í Týsklandi. Les meir um Búa og listarligu yrkisleið hansara á buirouch.com

Súsanna Tórgarð

Súsanna Tórgarð er útbúgvin sjónleikari á Nordisk Teaterskole í Århus og er umframt tað útbúgvin ræddarlærari frá Voice Studio International í London. Hon hevur arbeitt við leiklist í Føroyum í nógv ár, sum sjónleikari, leikstjóri, hevur skrivað til pall og undirvíst.

Lív Reynheim

Lív Reynheim er etnologur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt eina síðuútbúgving sum møplasnikkari úr Svøríki.

Kom við á Várskeiðið