The Slow Adventure

Kom við á eina listarliga rannsóknarferð í náttúruni.

Eitt ókeypis 3-daga onlineskeið, har vit seta ferðina niður, og fara ein rannsóknargongutúr í tínum nærumhvørvi.

Tú fert út ein túr, har tú kannar sambandið millum listina og náttúruna. 

Tú tekur skeiðið, tá tú hevur hug og tíð, men vit hittast øll online 29. apríl 2020 kl. 20.00 fø. tíð.

Við teimum listarligu amboðunum, sum vit veita tær, upplivir tú títt kenda umhvørvi á ein nýggjan hátt. 

Aftaná rannsóknarferðina hittast vit online, tosa um okkara upplivingar, og í felag hyggja vit at okkara eygleiðingum og verkum. 

Tað er ein fyrimunur, um tú skilir enskt. Um ikki, so finna vit eina loysn til tín.

Skeiðið er soleiðis skipað:

 

Fyrsti dagur: Byrjan og kunning

Tú fært ein teldupost við eini kunningar-video á enskum, har tú lærir um sambandið millum list og náttúru. 

Eisin fært tú eitt yvirlit yvir tilfar at savna saman komandi dagarnar. 

Tú fært brúk fyri hesum tilfari á tínum gongutúri.

 

Annar dagur: Vit fara ein friðarligan rannsóknartúr

Dagin eftir fært tú ein nýggjan teldupost við einum ljóðfíli. Hesum skalt tú lurta eftir, meðan tú gongur. Ljóðfílurin verður online, tú kanst lurta eftir honum líka til 29. apríl 2020. Tú kanst eisini downloada fílin á ein mp3 spælara/ipod/iphone. Fílurin er á enskum.

Meðan tú gongur, biðja vit teg gera ymiskt, har tú brúkar tey listaligu amboðini, sum vit hava givið tær. Tú kanst ganga einsamøll/einsamallur, ella saman við onkrum. Minnist til at halda frástøðu á minst 2 metrar, um tit eru fleiri.

Ætlanin er, at tú tekur myndir av øllum, tú gert á tínum gongutúri, og síðan uploadar myndirnar til eina adressu, sum vit senda tær. 

 

Triði dagur: Online bólkasamrøða og framsýning

Mikudagin 29. apríl kl. 20:00 (føroyska tíð) hava vit eina bólkasamrøðu online, har alt tilfarið, sum tit hava skapað, verður lagt fram, og vit deila okkara royndir og upplivingar. Hetta er altíð ein sera spennandi løta í verkætlanini, so vónandi ber til hjá tær at luttaka. Tú fært nærri at vita, hvussu tú luttekur í online samrøðuni.

 

Les bræv við frágreiðing HER

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)