Siður hevði verið á hvørjum sumri í mong ár at halda ein almennan fólkafund uppi á Klakki, har háskúlamenninir vóru høvuðstalarar. Hetta høvdu verið bestu og hugnaligastu fundir, men nú fór at grána gaman í hesum við.

 

Politisku flokkarnir Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vórðu stovnaðir, og skúlin og háskúlamenninir vóru í Sjálvstýrisflokkinum, hvar skuldi teir annars vera. Her var at velja ímillum at standa á tjóðskaparligari grund ella at kasta alt ræði undir Danmark. Sambandsoddarnir royndu alt, teir vóru mentir, at nokta skúlanum studningin; men so góða støðu hevði hann tó vunnið sær millum manna, at aldri eydnaðist hetta.

 

Í 1907 fekk háskúlin telefonsamband, og tað var ein góður lætti. Hesi árini í Føgrulíð munu fyri teimum, sum har starvaðust við skúlan, standa sum tann lukkuligasta tíðin í skúlans søgu, og tey munu ivaleyst ofta við sorgblídni hava hugsað aftur um ta tíðna. Og tað er einki uttan náttúrligt, at so er. Barnaárini og unglingaárini standa fyri manninum sum tann lukkuligasta og vakrasta tíðin í lívinum. Í Føgrulíð hevði skúlin síni barna- og unglingaár, og stovnarar skúlans vóru ungir og eldhugaðir. Haraftrat er sjálvur staðurin í Føgrulíð so frágera vakur. Tað taka tey til, sum upplivdu tað, um summarið í góðum veðri, tá sólin setti norðanfyri. Tá at síggja úr Føgrulíð norður gjøgnum Kalsoyarfjørð, tað var ein so undurvøkur sjón, sum mátti hugtaka. Og her í einseminum hevur runnið saman millum húsfólkið og næmingarnar, so alt hevur kenst sum ein familja. Teir trupulleikar, sum sjálvandi fylgja við at búgva í einbýli vóru lættliga yvirvunnir; skúlastarvið og starvið við at bjarga sær  í einbýlinum runnu saman í eina heild. Endiliga er at minnast til, at tíðin undan fyrra veraldarbardaga tykist at hava verið ein so lukkulig tíð, har mannaættin trúði uppá framburð og frið og semju millum manna og tjóða.

 

Skúlin varð so 1909 fluttur til Havnar, har vóru eingi onnur ráð, og hann var longu frammanundan skipaður sum sjálvsogn og hevur so verið síðan

Tað var húsasmiðurin Frants Mortensen, sum tók á seg at flyta  skúlahúsini til Havnar. Hann kom norður við monnum sínum aftaná ólavsøku. Tað var ikki við løttum hjarta, at tey, sum har høvdu virkað í 9 ár, sóu, hvussu heimið í Føgrulíð varð niðurbrotið.

 

Peningur til flytingina kom inn fyri ein part sum gávur og  fyri ein part sum lán móti góðari ábyrgd- B.A. Samuelsen og Poul Isaksen vóru valdir til at standa fyri hesum stórarbeiði. Hetta heyst var almikið byggingararbeið fyri, so tað var trupult at fáa nógmangar lærdar smiðir til húsabyggingina. Tessvegna vardi smíðið nakað leingi.

 

Hin 9. des, varð skúlin opnaður fyri næmingum. Har var almennur fundur hendan dag. Røður vórði hildnar og J. Patursson yrkti tveir sangir til hendan fund: "Unglingar sum fylkjast her..." og "Várt fólk í vanda leingi vóð..." Meðan skúlin stóð í gerð, vóru Símun av Skarði og Sanna í Havn, meðan Rasmus og Anna Sofía vóru á Skarði. Fyrsta veturin í Havn var Rasmus kennari á skúlanum, men so varð kona hansara sjúk norður á Skarði, og hann var frá skúlanum næstfylgjandi summar og vetur. Hann kom ikki aftur við húski sínum til Havnar fyrr enn í mei 1911. Meðan hann var burturi tóku ymsir lærugreinir hansara: Hans Kamban og Hansen prestur.

 

Hini fyrru árini, eftir at skúlin var fluttur til Havnar, vóru fleiri ferðir guðstænastur - sjálvandi føroyskar og við føroyskum sálmum - havdar fyri almenningi á skúlanum, og Jákup Dahl prædikaði. Hetta eru fyrstu regluligu føroysku guðstænastur, sum verið hava, og oftast leitaði so nógv fólk sær til hesar guðstænastur, at høllin var full.

 

Summarið 1911 var fyrsta norrøna stevnan í Havn, og vitjaðu tá mangir norðmenn skúlan, millum teirra hin áðurnevndi háskúlalærari Bjarte Rekdal. Hetta vóru hugnaligir dagar. Her kom hin norski háskúlastjórin Lars Eskeland, presturin Anders Hovden og Íslendska skaldið Mathias Jochumsen, prestur o.fl.

Tó at skúlin nu kom at hava betri húsarúmd enn norðuri í Føgrulíð, so at hvør lærari hevði síni sethús, og skúlastova og matarhøll vóru hvør sær, so komu skúlahúsini at bera merki av at vera gjørd so brádliga og bíliga sum møguligt. Tað mátti so vera, peningurin var ikki meiri. Ein tann størsti saknurin var at eingin fimleikahøll var til skúlans. Av og á hevur verið roynt at íðka fimleika í skúlastovuni, men tað hevur verið so trupult, at ikki hevur tað verið gjørt javnliga. Hetta at fáa fimleikahøll til skúlans hevur tí alla tíðina eftirsíðan verið eitt ynski, sum tó ikki kundi verða framt. - Nú er betri útlit til, at hesin dreymur kann koma at ganga út.

 

Sum tíðin hevur liðið, og fólk krevur meira bæði í húsaviðurskiftum o.ø., hevur tað kenst alt meinari og meinari, hvussu ótíðarhóskandi skúlahúsini hava verið.

 

Veturin 1918-19 kom hin spanska sjúkan, og so nær sum allir næmingarnir vórðu sjúkir - teir vóru 33 í tali hendan vetur. Tá var standurin ringur. Tíbetur fingu lærararnir ikki sjúkuna í hesari syftu, so teir máttu vera um hendan sjúka mannahóp. Illa mundi tó gingið, um ikki teir, ið ringastir vóru, høvdu fingið pláss á sjúkrahúsinum; 12 vórður bornir hagar oman. At halda skúla var ikki hugsandi um. Allir næmingarnir komu tó undan við lívi, men 3 vóru so illa farnir, at teir komu ikki aftur á skúlan. Í meira enn 3 vikur var eingin skúli hendan vetur.

 

Skúlin hevði framvegis trong peningalig kor. Væl veitti løgtingið styrk (heilt frá byrjan) og ríkisstýrið við, men ikki var peningurin meiri enn so, at trongligt var. - Men í 1917 kom skúlin undir donsku lógina fyri háskúlar og búnaðarskúlar, t.e. hann hevði so nógvar næmingar (10 ársnæmingar), sum kravdust fyri eftir hesi lóg at fáa ríkisstyrk. Frammanundan hevði verið neyðugt á hvørjum ári at søkja um at fáapening veittan á donsku fíggjarlógini, og hetta gav eitt heldur tryggari støði. Men framvegis varð søkt til tingið, og gav tingið á hvørjum ári styrk til skúlans.

 

Soleiðis helt fram til 1924. Men tá var talið á næmingunum minkað niður um 10 ársnæmingar, og skúlin gleið undan lógini og misti rættin til styrk. Hetta kom ógvuliga illa við.

 

 

 

Fyrst í november 1924 kundi skúlin halda 25-ára minningarhátíð, og var hendan sama dag samankomið nógv fólk til fundar í skúlastovuni. Røður vórðu hildnar og sangir sungnir. Hýrurin var hin besti. Mitt í hesari veitslu fekk Símun av Skarði bræv frá skúlamálaráðharranum um, at nú næmingatalið var farið niður um 10 ársnæmingar, kundi skúlin ikki vænta at fáa hin løgliga styrkin frá státinum. Símun læt tó ikki við seg koma, men var hin kátasti til veitslan var at enda komin. Tá var stjórn skúlans kallað til fundar, og hesi vánaligu tíðindi gjørd henni kunn. Væl kundu næmingar fáa styrk til skúlaskeið sum áður, til ársnæmingatalið kom niður í 8, men alt var nú hættisligari, og øllum var greitt, at her mátti okkurt verða gjørt fyri at bjarga skúlanum bráðfeingis. Stjórn skúlans sendi so bønarbræv til danska ríkisstýrið og bað um at fáa 4000 kr. veittar á fíggjarlógini. Men ríkisstýrið sendi bønarbrævið  til løgtingið, sum ikki kom saman aftur fyrr enn á ólavsøku 1925, - og løgtingið vildi ikki geva bønarbrævinum viðmæli. Men tað samtykti tó at veita - umframt tann vanliga studningin, sum tá var 600 kr. - skúlanum eina framíhjágávu uppá 2000 kr. Og tó at løgtingið ikki hevði viljað viðmælt bønarbrævi skúlans, so sýndi danska ríkisstýrið og danski ríkisdagurin kortini Føroya Fólkaháskúla ta vælvild, at honum vórðu játtaðar 2000 kr. úr ríkiskassanum. Í 1926 søkti stjórn skúlans aftur um 4000 kr. frá ríkisstýrinum og bað løgtingið geva bønarbrævinum viðmæli. Samstundis varð søkt um styrk frá løgtinginum. Tingið veitti skúlanum 1000 kr. , men vildi ikki geva bønarbrævinum til ríkisstýrið viðmæli. Nú var nýggj ríkisstjórn komin í Danmark, vinstrastjórn, og kenslumálaráðharrin, J. Byskov, skrivaði skúlanum "...at man ikki ser sig i Stand til at stille Forslag om et ekstraordinært Statstiskud til nævnte skole".

 

Nú var ringur standur, og tað var øllum greitt, at um ikki okkurt hendi, so var hetta deyðastingurin, sum skuldi gera av við skúlan. Men tá hendi nakað. Nú læt Føroya fólk við seg koma og vísti, at tað vildi ikki, at skúldi skuldi verða dripin, og skúlin kendi aftur enn, sum so ofta, bæði frammanundan og eftirsíðan, hvussu nógvar og trúgvar vinir, hann hevði úti um landið: Landsfelag Føroya Fólkaháskúla varð stovnað. Hetta hendi hin 18.apríl 1927. Í stjórn felagsins komu at sita: B. A. Samuelsen, Just Jacobsen, A. Ziska, Louis Zachariasen og N. A. Ejdesgaard. Tiltaksmenn vóru: J. Lambaa og Cl. Dalsgaard. Í árunum 1927-29 savnaði felagið saman uppímóti 6000 krónum og gav skúlanum, og hann varð bjargaður.

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)