Fyri hendan pening fingu teir við til hurðar og vindeygu og kundu rinda monnum arbeiðsløn fyri at laga grundirnar. Dagin eftir kristihimmalfartsdag varð sett á at grava fyri grun í Føgrulíð. Ein skúrur varð settur upp til at búgva í, meðan húsini stóðu í gerð. Hanus á Gørðum og Sámal Jákup á Stongunum úr Klaksvík gjørdu grundirnar. Kornelius Heinesen úr Kunoy skuldi vera fastur smiður, Rasmus, sum lært hevði húsasmíð í Danmark, skuldi standa fyri smíðinum. Grótsmiðirnir búðu í Klaksvík og róðu ella gingu ímillum; Kornelius, Símun og Rasmus húsaðust í skúrinum.

 

Finsen apotekari, sum tá hevði stóran timburhandil í Havn, hevði játtað at lata viðin, uppá borg fyri fyrst, til lánur sparikassanum kundi fáast í húsunum; hann vísti seg eisini at vera sera tolin og beinasamur við gjaldinum. 

 

Tingað varð við Løgtingið um at fáa Smiril at føra viðin norður. Tá viðurin kom, fyrst í juni mánaði, vóru allir kunoyingar, maður av húsi, og buðu sær til at hjálpa við at føra viðin í land og fáa hann frían frá sjógv. Hetta var ein góðan silvitnisdag og arbeitt var frá morgni til út á náttina, men so eisini alt komið undir bakkan. 

 

Tað vóru tung tøk at fáa stórviðin upp á bakkan, tí svert varð tilætlað, bæði til syllar, bjálkar og sperrur.

 

Tekningina til bygningin, 12 x 20 alin, kjallara og tveir kvistar uppiá, høvdu teir Símun og Rasmus gjørt í felag. 

 

Nú varð farið undir at gera til. Arbeiðið varð so skipað fyri, at Símun skuldi vera kokkur, meðan Kornelius og Rasmus smíðaðu, men ofta var hann eisini smiður mesta partin av degnum. 

 

Her vóru ongar stúringar, besti hýrur og góðar vónir hjálptu yvir allar trupulleikar. Tað tóktist eisini, sum allar góðar kreftur vóru vóru háskúlamonnunum til vildar, tí summarið var stak gott. Hevði summarið verið av teim verstu, mundi staðið illa til. Báturin stóð á niðastu lnni út í september mánað, og stundum varð farið á flot um kvøldini, Útlitið norður Kallsoyarfjørð úr Føgrulíð er av teim fagrastu í Føroyum, so alt bar at tí betra borði her.

 

Ikki gjørdu smiðirnir hagjubrot, tó at teir vóru fámentir. Sunnudagin hildu teir, og um hvítusunnuna vóru allir og ferðaust norðuri á Skarði.

 

Tá nakað leið á summarið kom Haraldur, bróðir Rasmusar norður og var her tað mesta av tíðini, meðan byggingin fór fram.

 

Um líratíðina vóru húsini uppkomin og klædd uttan, tak var lagt á, og fyri mariumessu um heystið (8. sept.) var alt innilokið. Eftir hetta var farið úr skúrinum at búgva í húsunum, hóast alt var eitt rúm innan. Nú leið út, so hugsað varð um at fáa hjálp til smíðið. Tá komu tveir menn úr Klaksvík aftrat sum hjálp, tó ikki hvnn dag. Teir vóru Johannes Hansen, sum verið hevði á Vallekilde sama ár sum Rasmus, og Niels Lassen, ungur drongur úr Víkum í Klaksvík. Um miðjan oktober var sundurskilað millum stovurnar og komfýrur uppsettur í køkinum.

So ein dagin barst vanlukka á sjónum, bátar vóru úti í firðinum, tá hann brast á av útnyrðingi við ódn. Sámal Jákup og bróðir hansara Jógvam vóru illa fyri, so teir gingu burtur sunnan fyri Leitið, ikki langt frá skúlanum. Ikki sóu smiðirnir til, tí alt var eitt rok, men høvdu tó varhugan av, at neyð var á ferð, fóru tí til gongu suður líðina; tá var Sámal Jákup svomin á land og komin upp á bakkan, men Jógvan sást ikki aftur. Sámal Jákup, sum arbeitt hevði har um summarið, varð styðjaður til hús og bjargaðist so har. Boð varð sent til Klaksvíkar at siga frá skaðanum. Dagin eftir var Sámal Jákup so birgur, at hann gekk yvir um Háls aftur til Klaksvíkar

 

Hetta loypti støðg í arbeiðið, og nú leið út. Veðrið versnaði og báturin skolaði út. Neyðugt varð tí at fáa ein kønan smið afturat, um liðugt skuldi vera til november at byrja skúlan. Tá kom ein smiður ú Mikladali, Petur uppi í Tungu; men ikki heftist hann leingi, so kom ein bróður Rasmussar, Jógvan, og var tann veturin sum næmingur. Eina tíð var ein ungur smiður av Húsum, Johan Símun æt hann , til hjálpar. Í oktober mátti Kornelius, sum hevði verið so dyggur á at líta, fara frá, so ógjørligt varð at byrja fyrst í november.

 

Ikki byrjaði hetta fyrsta skúlaskeið í Føgrulíð fyrr enn 28. november. 

 

Anna Sofía tók sær aftur húsarhaldið uppá hendan veturin; ikki var tað so lættligt og líkatil sum í Klaksvík, men hon fekk eina sera góða hjálp í einari dúgligari gentu úr Kunoy, Karin Danielsen, sum seinni giftist til Skálavík; hon var dóttir Joen Pauli Danielsen , sum so mangan rætti skúlanum hjálparhond fyri einki, tó hann var fátækur maður. Eisini hevði Anna Sofía góðan stuðul í vinkonuni Onnu Mariu i Kyrgerði í Skálavík, sum var næmingur hendan veturin í Føgrulíð.

 

Nú mátti øll matvaran og kol til brenni verða førd úr Klaksvík, tá veðrið var lagaligt, men næmingarnir høvdu einki ímóti at gera hesar handilsferðir eina ella tvær ferðir um mánaðin, tá veðrið var gott. Tey, sum vóru næmingar í Føgrulíð hendan veturin minnast hann sum eina fagnartíð fulla av nýggjum ávirkanum og góðum felagsskapi á heimligari grund við útliti yvir heimsmentanina gjøgnum røður og lestur.

 

Nú varð skúlin stovnaður fyri álvara; men nú komu eisini mangir trupulleikar í eygsjón, sum ikki høvdu komið sær framat í øllum fagnaðinum, ið verið hevði, tó at teir alla tíðina høvdu kagað uppundan sjónarringinum. - Her komu tey tungføru ognarviðurskiftini. Símun og Rasmus høvdu hugsað sær at eiga skúlan kvitt og frítt og standa sjálvbjargnir, men hetta var torførari enn teir høvdu hugsað sær. Sparikassin var trekur til at geva lán, tí skúlin stóð ikki a egnari grund. Jørðin var leigugóðs. Góðsstjórnin (Godsbestyrelsen), landfútin, sum var forvaltari av kongsjørðini, setti føtur i soenn ímóti, at háskúlin matti fáa leigutrø og grundir til keyps av kongsjørðini, "har stóð jú einki í traðarlógini um háskúlar sum leigarar". Tá hann var vendur aftur við tí, at har stóð heldur einki um skræddarar og skómakarar, ønti hann ikki aftur, men stóð bert við sítt nei. Bøndur og ognarmenn høvdu allir givið skrivliga játtan, men einki hjálpti.

Finsen var tolin, men honum trákkaðist, tá nú sparikassin aftraði sær við láni. Væl styðjaði Løgtingið skúlan við einum sindri av peningi, bæði beinleiðis og við studningi til næmingarnar, men tað munti tó ikki, tí næmingagjaldið var lítið, bert 30 kr. um mánaðin fyri kenslu og kostarhald.

 

Á sumri 1903 fekk skulin eina skjáldsama og firvitnisliga vitjan. Ein kendur danskur rithøvundur og málmaður Aage Meyer Benedictsen, kom har. Rasmus kendi hann frá Danmark tíðini. Hesin navnframi maður, sum var ættaður frá jødum í faðirkyni og frá íslendingum í móðurkyni, hevði ein so óvanliga livandi ans fyri fámentum tjóðum, ið vóru á veg at bróta seg uppundan kugan og trælkan; hann hevði tá skrivað bók um Litaviu: "Et Folk, der vaagner", og nú var hann komin her. Hann var rætt sjáldsamur á at líta, og í Klaksvík hevði fólk mest sum ótta fyri honum. Hann bað tí fylgja sær í Føgrulíð. Henda vitjan var sum ein sending uttan úr meginheimi við andaligum leskidrykki til tyrstar sálir. Hann hevði ferðast um allan heimin og talaði øll tungumál. Her í Føgrulíð helt hann tvær røður um Russland og rusneskt fólkalív fyri kennarum og næmingum. 

 

Nú var Símun giftur og Sanna komin í húsarhaldið. Anna Sofía var farin aftur til Skarðs og kom ikki aftur at vera í Føgrulíð fyrr enn um heystið 1904, tá hon giftist við Rasmusi.

 

Um hesa tíð trongdist álvarliga at við penga- og ognarviðurskiftum í Føgrulíð, so nú var okkurt at gera. Háskulamenninir søktu, sum so ofta fyrr, ráð saman við Símuni Hansen í Vági. Avgjørt varð at skipa skúlan sum eina sjálvsogn og royna at savna pening inn uppá hetta grundarlag. Símun av Skarði og Símun í Vági skuldu tekna pening í Norðoyum, meðan Rasmus skuldi fara um hin partin av Føroyum í somu ørindum; hetta varð gjørt, hóast torført var, og úrslitið var um 8000 kr., stórur peningur tá í tíðini.

 

Hesin peningur kom at kalla allur inn, og hvør gevari fekk sum kvittan sendan ein seðil, sum vísti, hvørja peningahædd, hann hevði latið og rætt til at hava eina atkvøði til stjórnarval til ta stjórn, sum í framtíðini skuldi stjórna skúlanum sum sjálvsogn. Stjórnin skuldi síðan sjálv velja mann í mans stað, um ein stjórnarlimur fór frá ella doyði. Sj+alvvaldir sótu í stjórnini tveir kennarar skúlans. Í fyrstu stjórn vóru: Símun Hansen í Vági, keypmaður, Jóannes Patursson, bóndi í kirkjubø, A.C. Evensen, prestur í Sandoy og báðir háskúlamenninir Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen.

 

Aftaná 1905 byrjaður aðrar tíðir fyri háskúlan. Fyrr hevði skúlin verið hildin at vera heilt ópolitiskur, tó hann var avgjørt tjóðskaparligur. Hetta ár byrjaði so smátt at birtast upp undir sjálvstýrisrørsluna. Jóannes sat sum fólkatingsmaður á danatingi og stevndi avgjørt í ta ætt, at løgtingið skuldi fáa fleiri inntøkur; tað hevði eydnast honum at fáa stórhvalatollin at fara allan í løgtingskassarnar, hóast hetta var ein avgjørd statsinntøka. Um heystið fær Símun í Vági bræv frá Jóannesi, harí hann sigur frá, at hann fór at koma við einum uppskoti, sum var eitt tilboð frá justitsministaranum um eitt ásett fíggjarligt sjálvstýri fyri løgtingið. Háskúlamenninir vórðu gjørdir kunnigir við hetta bræv og tóku avgjørda støðu fyri tilboðnum. Løgtingsval stóð fyri durum, Símun av Skarði stillaði seg upp og varð valdur. Í Føroyum vísti seg nu at vera ein stórur klovningur millum tveir flokkar, annar fyri tilboðnum og annar ímóti. Øsingin gjørdist ræðuliga stór, og partarnir spardu ikki hvør annan, alt var á lofti havt og kom upp á flot, stutt og greitt, Fagralíðar háskúlin varð drigin inn í partapolitikkin.

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)