Rasmus Rasmussen gekk í skúla hjá Jacob Jacobsen, til hann var 14 ár, og kom javnliga í hitt hugnaliga heimið í "Skúlanum". Her lærdi hann at kenna og fata týdningin av háskúlanum, og her fekk hann so sterkan hug til at koma persónliga í samlag við háskúlalívið, at hann var mentur at bróta seg burtur úr bygdalívinum, sum mundi vera rætt fast skorðað í fornum siðum fyri ein drong, ið var borin til kongsfesti. ikki var tað uttan mótburð, at hann fór hesa uttanlandsferð og var 7 ár burtur (1892 - 1899).

 

Longu heilt ungur kom Símun at fáast við lærarastarv. Í teirri tíðini var trot á læraralærdum fólki, og hann varð tí biðin til lærara í Kunoy eina tíð.

 

Í 1893 fór hann til Havnar at ganga í læraraskúlan, og kom mitt upp í tað andliga og tjóðskaparliga lív, sum fór fram í Føroyingafelag.

 

Tá búði á Húsum í Havn ein merkiskvinna, Trina Winther av Sandi. Ta fyrstu tíðina búði Símun hjá Sámali Rasmussen á Kák, men seinni búði hann hjá Trinu. Í húsi hennaria komu saman oddamenninir í Føroyingafelag, menn sum Rasmus Effersøe, Jóannes Patursson, Mads Andr. Winther o.a., og hevði hetta ógvuliga stóra ávirkan á hann , og hann gjørdist eldhugaður fyri endamáli felagsins: at fáa Føroyamálið til æru, og at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum... - Meðan hann gekk í læraraskúlan, kom hann í brævaskifti við ein ungan týskara, sum studeraði norrøn mál. Símun skrivaði brøvini á føroyskum eftir førimuni. Men so hendir tað, at týskarin setur merki við í brøvum Símunar og heldur fyri, at tað munu vera skeivir formar (viðvíkjandi falli og staving), hann (Símun) hevur nýtt. Og rætt er, sum týskarin sigur, og ofta talaði Símun um, hvussu hann skammaðist, og hvussu hetta rørdi hann, at hann dugdi ikki frægari móðurmál sítt, enn at fremmandur maður í Týsklandi skuldi vísa honum á, hvat ið var rætt føroyskt, og hvat ið var skeivt. - Eitt annað, sum í hesi tíðini, festi seg í minni hansara var, tá læraraskúlanæmingar fóru til Rasmus Effersøe og spurdi hann til ráðs, tí teir ætlaðu at venda sær til stýrið fyri læraraskúlanum og biðja um, at føroyskt mátti gerast kenslugrein við skúlan. Men Rasmus svaraði aftur, at tað nyttaði einki, teir (føroyingafelag) høvdu júst biðið um hetta sama, men høvdu fingið til svar, at tað bar tíverri ikki til, tað var ikki pláss fyri føroyskum sum kenslugrein, tí tað var so mangt annað, sum skuldi lærast. 

 

Ivaleyst hava hesi minni verið frammarlaga uppií at avgera hansara lívsendamál.

 

Tá hann var liðugur við læraraskúllan, fór hann á Askov háskúla.

 

Rasmus Rasmussen var tveir vetrar á Vallaekilde háskúla og gekk har á handverkaradeildina, lærdi tekning, ið hoyrir til træsmíðhandverkið. (Hann hevði fingist við træsmíð áður ennhann fír heiman. Hann arbeiddi sum træsmiður hesi árini, hann var burtur, til hann um heystið 1896 fór á Askov útvíðkaða fólkaháskúla. 

 

Við hvørjari ætlan hann fór ár hendan skúla, ið var ein mun hægri enn vanligir fólkaháskúlar, er ikki greitt; men her kom hann saman við Símuni av Skarði. Ikki var henda samkoman fyriskipað ella tilætlað, tí einki vistu hesir tveir unglingar hvør av øðrum, um so teir gingu við sama huga: "At fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum".

 

Her komu teir brátt undir ávirkan av teim bestu og kunnskaparmestu monnum, ið hin danski fólkaháskúlin átti: Poul la Cour, Jacob Appel, Laust Moltesen og Marius Kristensen og síðst og ikki minst fyristøðumanni skúlans Ludvig Schrøder.

 

 

 

Her møttu teir eisini hópi av ungdómi, bæði dreingjum og gentum, sum ætlaðu spær at vera lærarar í háskúlans tænastu, millum teirra er mest vert at nevna tveir norðmenn, Bjarte Rekdal og Odin Benum.

 

Símun av Skarði og Bjarte Rekdal komu at vera á sama kamari. Teir vóru báðir evnagóðir og lívligir unglingar, so her var brátt ein vanligur fundarstaður, har Odin Benum og Rasmus Rasmussen vóru dagligir gestir. Her vóru øll umtalsevni havd á lofti og eisini háskulamálið í Føroyum.

 

Í samrøðum við Bjarte Rekdal búnaðist hjá Símuni av Skarði hugsanin um at stovna fólkaháskúla í Føroyum, og tá hann var vissur um sína egnu støðu, bar hann hetta mál í álvara fram fyri Rasmus Rasmussen, sum tó á ongan hátt var ókunnugur við tílíka hugsan hjá sjálvum sær. Hetta var tó mikið álvarsmál og ein nýggj stevna, tí Rasmus hevði ikki higartil búgvið seg út til lærarastarv sum Símun. Hann svaraði tí aftur, at hetta mátti hann hugsa um og taka støðu til í einrúmi. "Í morgin" skuldi hann koma aftur.

 

Tá Rasmus kom aftur morgunin eftir, sóu bæði Rekdal og Símun, at hann hevði tikið støðu fyri málinum, áður enn hann talaði.

 

So góvu hesir báðir eldhugaðu ungu menn hvør øðruum hon uppá at fremja málið av øllum alvi, og Bjarte Rekdal legði sína omaná.

 

Nú byrjaði undirbúgvingin til starvið. Tveir vetrar og tvey summar á Askov, so eitt ár á Statens Lærerhøjskole í Keypmannahavn - Hetta var meira enn teir báðir peningaleysu unglingar vóru førir at gjaæda fyri. Her mátti studningur fáast til vegar. Teir vistu sær eingi betri ráð enn at leggja málið fram fyri hin roynda stjóra skúlans Ludvig Schrøder. Ikki var Ludvig Schrøder av teim monnum, sum næmingar nærkaðust ørindaleysir; men tað vistu allir, at hann var hollur í álvarsomum ávikum og aldri ráðleysur. Tá Ludvig Schrøder fekk hesa sak fyrilagda, gjørdist hann væl hýrdur og mætli til at halda fram. Hann játtaði alla ta hjálp, hann kundi veita, og bað so teir báðar fara at tala við dótturmannin Jacob Appel. Ikki tók hann málinum verri enn verfaðirin. Jacob Appel heitti á Jørgen og Hjalmar Hammershaimb. Hesir menn í felag útvegaðu hesum nýggju háskúlamonnum tann tørvuligasta pening, ið neyðugur var til kenslu og vistarhald eitt ár í Keypmannahavn umframt tann statsstudning, ið fáast kundi sambart lóg.

 

Árið á kennaraskeiðinum í Keypmannahavn leið skjótt. Mikil var munurin á skúlanum her og í Askov. Har sveimaði ein livandi andi yvir øllum skúlastarvi, so næmingarnir hvørja stund kendu seg í samlag við tey høgu endamál Grundtvig setti fólkaháskúlanum. Her var høvuðsmálið at savna kunnleika. Símun las søgu og tungumál sum høvuðsgreinir, meðan Rasmus las náttúrulæru og matematikk. Her í Keypmannahavn komu háskúlamenninir nógv saman við føroyingumm, sum seinni hava havt stóra ávirkan á mentunarlívið: Jákup Dahl, A.C. Evensen, Jacob Jacobsen, doktara. Í Føroyingafelag var sera lívligt og hugnaligt hendan vetur. Sangir vóru yrktir, røður vóru hildnar um ymisk evni, og hendan vetur kom út har fyrsta veruliga songbókin: Smásangir og Sálmar. 

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)