Tey munu vera fá, sum farin eru við ongum studningi, so hetta er helst um leið alt talið, eini 9 uppá árið. Tá so ein meginpartur ikki kom aftur, kundi ávirkanin ikki vera stór. Tá so hertil kom, at tey, sum aftur komu, høvdu verið í standi til at fáa fulla nyttu av uppihaldinum og taka ímóti ávirkan, ger tað ikki sakina betri.

 

Tey, sum fóru, ella tey flestu, høvdu ikki verið uttan fyri Føroyasteinarnar fyrr. Tey vóru illa fullkøn í tí danska málinum; í hvussu var, sum tað varð talað av fólkinum á landsbygdini, gekk ein tíð, áður enn tey kundu koma ó frótt samlag við næmingarnar, og tað er ikki tað minsta av háskúlalívinum. Hartil kom, at tað tey komu at hoyra, var teim so óvant, at ilt var at ogna sær í bræði: Danska fosturlandssøgu, danskan skaldskap og danskt mál, sjálvsagt kundu tey flestu væl fylgja við í rokning, tekning og skriving; men hetta var jú tað minst týðandi av háskúlaundirvísingini.

 

So statt var trongdin til at fáa ein føroyskan háskúla heima í Føroyum stór, tá hann kom. Trongdina kendu mong, men tað var at stovna skúlan og fáa hann á gongd, ið um galt.

 

Tað var tað, sum varð gjørt fyri 50 árum síðan. Undirtøkan var góð. Nú fer Føroyafólk sjálvt at døma um, annaðhvørt tað er vert at halda fram ella ikki. Skúlin hevur í hesi 50 ár balst við fátækari kor enn skúlar í grannalondunum. Skal hann fylgja við tíðini og liva í framtíðini, krevst enn eitt ódnartak fyri at gera hann tíðarhóskandi.

 

Tíðin fyri 50-60 árum síðani er ein tann merkiligasta tíð, sum hevur verið í søgu okkara. Føroya fólk var tjóðskaparliga og mentunarliga farið at ressast eftir langan svøvn. Føroyingafelag varð stovnað, og millum tey mál, ið hetta felag hevði á stevnuskrá síni, var stovnan av háskúla í Føroyum.

 

Meðan hetta andliga lív rørdist í Havn og sendi geislar út um landið, gingu í Miðvági og á Skarði tveir unglingar, Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði. Teir tóku lut í tí fyrifallandi arbeiði, sum var á sjógvi og landi, og ikki mundi vera teim í huga, at teir seinni skuldu seta á stovn í Føroyum háskúla, sum kom at seta eftir seg djúp merki í føroyskt mentunarlív.

 

Tá skúli kom í Miðvágs og Sandavágs sókn 1872, varð settur lærari har, J. Jacobsen, sonur Hans Jacobsen og Armgarð Wenningstedt á Reyni í Havn. Hann var bókalskin ungur drongur og gekk á 1. skúlaskeið læraraskúlans í Havn. Stutt eftir at hann hevði fingið hetta læraraembæti, søkti hann og fekk studning  til at fara ein vetur á danskan háskúla. Hann giftist seinni við Onnu Kjelnæs, sum eisini hevði verið á donskum háskúla. Í heimi teirra í Miðvági livdi andin frá tí danska háskúlanum, og tað kundi ikki umbera seg, at tey ungu, gentur og dreingir, ið har komu, máttur fáa hug til at kannast hesa merkiligu rørslu, sum var skapað til at draga ungdómin at sær. 1886 fór ein ung genta úr Miðvági, Anna Elisabeth Joensen, ávirkað av Jákupi og Onnu í "Skúlanum", á danskan háskúla, men hon kom ikki aftur (giftist í Danmark).

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)