Símun av Skarði

Úr 90-ára minningarritinum

Fyri tann, ið uppvaksin er har, ið sjóvarfalsstreymur rennur, er tað náttúrligt at leggja til merkis, at nú er harður streymur, nú linkar, og nú eru kyrrindi.

 

Men hví tað skiftir, hví streymurin er harðrendur ein veg eina tíð og rennur mótsett eina vissa tíð seinni, hevur gjøgnum øldir verið gátan mikla. Nú á døgum, tá fólk heldur seg vera so upplýst , er svarið til reiðar alt fyri eitt.

 

Men hví er tað soleiðis, hví er atdráttur og frástoyting? Hví kykna tankar, ,,ideir” upp og breiða seg millum manna, vinna fjøld fyri seg, breiða sær veg og, um til ber, skola gamlan sið um koll? Tað sær út. sum um einki heldur fyri nýggjum tonkum, einki kann forða teimum, tá teir fyrst hava hert við og hava fingið sínar boðberarar. Søga mannaættarinnar sýnir slíka tíðarstreymar. Tankin kemur ofta frá einstaklinginum, fær viðhald hjá nøkrum og kann, um til ber, hugtaka fjøldina.

Símun av Skarði
Hvør hevur sína tíð; eisini andaligar rørslu kunnu vera sterkar og veikar og kunnu studunum liggja kvirrar. Tjóðskaparkenslan, tann ,,nationala idein”, sum væl til allar tíðir er til staðar hjá hvørjum fólkaflokki, hevur heldur ikki her í Føroyum nakran sinni verið útdeyð, kólnað burtur, men til tíðir, og tað í longum tíðum hevur lítið og einki verið at merkja til hennara. Tað er líkt til, at fjøldin av føroyingum hevur verið so illa stødd, so niður undirkomin, at tankin um sítt egna fólk sum tað bjargandi, tað verjandi, tað ið vil gera nakað fyri at sleppa úr neyð og vesældómi, er horvin burtur.

 

Undir slíkum viðurskiftum skal mansmót og føst trúgv til sítt fólk og land fyri tann, ið vil endurreisa landsmenn og fáa teir at nýta vit og megi og hava álit á sjálvum sær og landsmonnum sínum. Tað er so nógv lættari at klaga og gremja seg og seta skyldina uppá onnur, men tann lætti vegur førur ikki á mál. Tað, sum kemur lætt, fer ofta skjótt av stað aftur, men tað, sum er gjørt í tolni og við skili og sleipi, er ofta haldgott og álítandi.

 

Tá talan er um mann, sum búði seg út til líbsverk sítt í seinastu árum av 19. øld, og her er talan um háskúlastjóra Símun av Skarði, so er ikki at gloyma, at lívsverk hans, tað hann ætlaði sær at útinna, var ikki at vera embætismaður, ella nakað tess háttar. Hann fór ikki at søkja sær kunnskapir, hvørki her í Føroyum ella í Danmark, fyri at fáa sær fast livibreyð, men fyri at royna tað, sum ikki áður hevði verið roynt í Føroyum, at stovna frían ungdómsskúla á føroyskum grundarlagi. Nútímaføroyingurin hevur kanska ikki so lætt við at fata, hvat nýtt tað var, hann byrjaði, tí nú er ruddað fyri grund. Tað var ikki soleiðis fyri fimti árum síðani.

 

Tó so, tað tjóðskaparliga málið var als ikki ókent. Føroyingafelag hevði verið í nøkur ár, og yrkjarin Rasmus Effersøe hevði skrivað og latið spæla sínar leikir og hevði hildið føroyingafelags veitslur við føroyskum dansi inni í sethúsum sínum úti á Reyni í Havn, og fólkafundir høvdu verið ymsastaðni. Øllum hesum varð hildið áfram við fyri at styrkja og menna um ta ,,nationalu rørsluna. Tað var einki nýtt tá í tíðini at hoyra um føroyskt tungumál og føroyska siðmenning. Tað nýggja var at fáa hetta út millum manna og at fáa fólkahugan broyttan á tann hátt, at fólk flest komu at kenna við sjálvum sær, at um gott verk skuldi verða útint, so mátti verða bygt og stovnað á tað, sum kendist sum heimligt og fedraarvur. Vit máttu ikki vera rótleysir, vit máttu vita, hvørjum landi, vit vóru bornir í, og hvat vit skyldaðu hesum landi. Javnt og samt varð havt á máli av bestu kvinnum og monnum, at okkum tørvaði meiri kunnskap, sterkari og betri heimligan kultur, og at vit máttu lata álvara og vilja vera við í okkara dagliga føroyska virki. Tað var tann andi og tann neisti, sum tað bar við hjá so mongum, sum fekk tann unga mannin frá tí lítlu bygdini á Skarði í Norðuroyum til at verða hugtiknan av hugsjónini: eitt upplýst, fríborið og lívshugað fólk, sum býr á teim ikki stóru oyggjum, ið vit kalla okkara heimland. Hann slepti ikki hesi grundsjón. Hann hevði andstygd fyri reypi, møsni og brennivínsdrekking til sín síðsta tíma.