Tá hann hevði tikið kennaraprógv í Tórshavn í september 1896, vildi hann ikki vera fólkaskúlalærari.

Um honum hugnaði hetta starv - hann hevði verið lærari í Kunoyar sókn í 1892-93 - er ivasamt, men hugur hans var, tá hann fór av landi um heystið 1896, at vera fólkaháskúlalæarari. Hann vildi fáa fatur í føroyskan ungdóm. Tá hann kom aftur úr Danmark í 1899, var tað tað fyrsta, hann gjørdi saman við vinmanni sínum Rasmusi Rasmussen, at stovna ungdómsskúla, háskúla fyri gentur og dreingir. Hann kann ikki hava liðið vónbrot, tí á sumri 1900 reisti hann háskúla ,,undir Hálsi" á Borðoynni, har sum hann nevndi ,,Fagralíð". Fagur var har, men hvat var har torført! Men fyri tann, sum hevði trúnna, tykist einki at vera ómøguligt. Fyri tann vantrúna sá alt hetta hættisligt út, men sum sagt, hann hevði náðigávu trúarinnar, og trúgv kann gera so nógv; hann fekk tak yvir høvdið fekk trúfastar næmingar og kundi halda áfram. Tey, sum høvdu staðið honum nær frá ungum árum, vildu minst av øllum vera honum til meins, og allarminst ala iva í sál hans. Hann trúði, at her heima kundi uppalast ein viljafastur ,,nationalur" ungdómur, sum vildi í royndum elska hesar oyggjar og vera teimum til gagn og heiður. At ikki ivi hevur pínt og plágað hann eins og Rasmus Effersøe, sýna sangir teirra, ,,Ivi í huga tungur er" og ,, Fast stóð í fonnum". Men hvørgin teirra, heldur ikki Rasmus Effersøe, gav uppat, teir vórði til teirra síðstu stund at síggja ljóst, at síggja eitt frítt og frælslynt fólk liva á hesum oyggjum. Ivamaður, sum minti teir á døpru søgu okkara og ta vanlukku ranghugsan, sum fólk høvdu, at vit her heima høvdu onga skuld, men at øll skuldin var hjá uttanlanda stjórn, sum hevði kúgað okkara fedrar, fekk ofta tað aftursvar, at tað galt um at finna fram til sannleikan, og at søga skal vera sonn fyri at gera fólkagagn. 

Hava forfedrar okkara gjørt skeivt, so skal slektin, sum kemur, gera tað beint aftur, og hava forfedrarnir lagt bond á tann, sum minni hevði og minni formáddi sær, so skulu bond loysast.

Tað kemur einki gott burturúr at binda og kúga. At nokta søguligan sannleika var teimum klárthugsandi monnum fjart. Teir vildu hava sanna søguliga upplýsing millum manna.

Men hvat skulu slíkir menn gera, tá ábrestur, tá alt er ,,agitatión"! 1906 var eitt slíkt ár í Føroyum, sum førdi nógv gott og nógv ilt við sær. Í slíkum øsingartíðum fer mangt gott av lagi, og menn sum av eðli, lyndi ikki eru fylgisneytar, men krevja at hava frítt hugsunarloyvi, verða skjótt skyldaðir fyri at vera veikir. Tað er so rangt sum vera kann. Tað nyttar eingin hóttan, eingin fróborin maður vil lúta fyri slíkum. Enntá tann mikli orðadráttur kann bjóða ímóti. Símun av Skarði, sum varð valdur inn á ting sum sjálvstýrismaður, og sum í mongum lutum hevði hug tingmaður, var skjótt troyttur av at hoyra tað sama, tað sama, har menn stóðu og brigslaðu hvørjum øðrum eitt og annað, uttan at fáa nakað av skafti.

Hann mátti rýma haðani, tó at sakir, sum A.C. Evensen og hann og aðrir høvdu fingið á ting, sum til dømis lógskipan fyri hin føroyska fólkaskúlan við føroyskum tungumáli sum føst lærugrein, als ikki høvdu fingið fastan form, tá hann gjørdi av, at har vildi hann ikki vera. Hann toldi ikki tann orðadráttin og tann andan. So  tíðliga sum í 1909 minnist eg, at hann ein dagin hvarv burtur úr tingsalinum. Tá eg fann hann, sat hann fyri seg sjálvan og suffaði. Hansara starv var ikki har, og skuldi gott koma burtur úr okkara fría politiska lívi, so máttu veljararnir uppalast til sjálvbjargnan hugsunarhátt. Hann endurgav ein enskan rithøvund, ein tiltiknan mann, ,,eitt er at geva fólki valrætt, og annað er at uppala fólk til at kunna nýta hendan hendan rætt." Soleiðis hugsaðu menn tá! Hann hevði trúgv til skúlastovuarbeið og til uppfostran. 

Hann fekk ta gleði, sum ár runnu, at fleiri og fleiri komu at halda av virki hans og av teim talum, hann kundi flyta fram. Hann talaði ikki og yrkti ikki sum ,,agitator", hann var fram um alt sannførur. Tað gav at býta ein fundardag inni á Gøtueiði. Símun hevði talað um føroyska søgu, og mangir aðrir høvdu verið frammi sum talarar; tá kemur ein eldri, hvíthærdur, vællisin maður til talararnar og hevur á orði, hví ikki aðrir lærdu seg at tala á tann hátt sum Símun av Skarði, tí tala hans, máti hansara, vísti, at hann var fyrst og fremst sannleikssøkjandi og forteljandi og ikki átreingjandi og hóttandi. Tað var rætt fatað og satt sagt, hann var soleiðis. 

Í øllum sínum viðurskiftum var hann ,,humanur,, og frílyndur. Hann kundi tala um nær sagt alt menniskjuligt. Men ið hvussu orð vórðu skift, og hvat ið varð ávíst ímóti, aldri kundi hann sleppa tí hugsan, at maður eigur at vera góður við sítt fólk, sítt tungumál og sítt land, og aldri gera so við seg sjálvan, at vit og sjálvsvirðing fer burtur. Onkuntíð man hann sum aðrir hava lovað við sær sjálvum at vera Føroyum ein trúgvur og fríborin maður, - lívsleið hans ásannaði, at tað lyftið sveik hann ikki. 

Tá ið einaferð søga Símunar av Skarði verður skrivað, so er lætt at finna, nær hann er føddur, og nær hann doyði og aðrir tilburði í lívi hans; men hvat ikki er lætt at finna, og neyvan verður funnið, eru tær umstøður, hann vaks upp í. Tað er als ikki nóg mikið at siga, at hann vaks upp á Skarði, í teirri bygd, sum n+u av ymiskum orsøkum er avtoftað. So mikið skal her verða sagt: hugsi eingin, at har bert vóru nøkur fá hús, ið hýstu fáum og innibyrgdum fólkum. 

Væl fekk hann á ungum árum tað orð á seg av síni frálíka góðu lærarinnu, at hann var evnagóður og nærlagdur og gav góðar vónir; men hann var als ikki einsamallur. Tað heim, hann kom frá, var andaliga ríkt og eitt vala heim. Tað var ikki bert hann, ið hugsaði klárt og hevði moralskt fast undir fótum. - Bygdin hevði vanligar fiskimenn, sum høvdu fingið fatur á íslendskan og dansk-norskan lestur, og enn havi eg ikki funnið vanligan fiskimann í Føroyum, sum so væl hevur lisið Holberg, Wessel og Oehlenschlager, sum norður á Skarði. Tað varð arbeitt og lisið í teirri lítlu bygd, og væl gjørdi tann, ið kom hartil, um hann ikki fór at tala um nakað, sum hann ikki fyrst hevði gjøllað hugsað um.

Søga og bókmentir vóru ikki Símuni ókunn, tá hnn fór av Skarði.

S.P. úr Kunoy

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)