
22. nov. - 1.des. verður aftur sangskeið við Douglas Yates á Føroya Fólkaháskúla.
Skeiðið inniber einstaklinga-sangtímar, masterclass, framførsluverkstovur og framførslu.
Douglas Yates er úr Texas, USA, hevur nomið sær útbúgving á Rice University í Houston, Baylor University í Wace og á University of Texas í Houston. Hann hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar ferðir á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council.
Umframt at reka sangskúlan Vocal Arts í Týsklandi, ferðast Douglas regluliga til Keypmannahavnar og til Stockholm, har hann er gestasanglærari á Kongaligu teatrunum.
Douglas arbeiður dagliga við bæði yrkissangarum og fólki á byrjanarstøði, og undirvísir í fleiri ymiskum greinum, m.a. opera, musical, jazz, pop, spirituals og soul.
Kostnaður: kr. 3000
Tekning og kunning: haskulin@haskulin.fo