top of page

SANGSKEIÐ VIÐ DOUGLAS YATES 9.-15. SEP.

douglas.jpg

Skeiðið inniber einstaklinga-sangtímar, masterclass, framførsluverkstovur og framførslu.

 

Undirvísarar: Douglas Yates og Annfinnur Heinesen

 

Douglas Yates er úr Texas, USA, hevur nomið sær útbúgving á Rice University í Houston, Baylor University í Wace og á University of Texas í Houston. Hann hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar ferðir á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council.

 

Umframt at reka sangskúlan Vocal Arts í Týsklandi, ferðast Douglas regluliga til Keypmannahavnar og til Stockholm, har hann er gestasanglærari á Kongaligu teatrunum.

 

Douglas arbeiður dagliga við bæði yrkissangarum og fólki á byrjanarstøði, og undirvísir í fleiri ymiskum greinum, m.a. opera, musical, jazz, pop, spirituals og soul.

 

Kostnaður: 3000 kr. 

Kunning & tekning: haskulin@haskulin.fo

bottom of page