top of page
katrin.jpg

Rødd & Rørsla, Sangur & Spæl

Vegna góða undirtøku verður skeiðið aftur, frá 10.sept til 29.okt. 

Hetta er eitt serskeið fyri foreldur og børn, við serligum denti á sang og spæl, og tann týdning sum rørsla hevur fyri málmenningina hjá børnum.

Skeiðsleiðari er Katrin Jacobæus, ið er fysioterapeutur og stovnari av RURA, sum arbeiðir fyri at menna og stimbra børn -frá pinkubarnaaldur og til stór børn.

Nógvar kanningar vísa á, at serliga hjá børnum eru mál og rørsla samantvinnaði. Um tú t.d biður barnið hoppa við at nýta orð, so veit tað ikki hvat tað er. Men um tú so hoppar, og biður barnið hoppa, so skilur barnið tað skjótari. Rørsla er sostatt fyrsta "málið" hjá smábørnum.

Gransking vísur, at børn ið hava góðan motorik, hava serliga góð samskiftisevnir. Tey skilja betri málið, tey duga betri at brúka málið, og tey hava generelt eitt størri málsligt medvit.

Mál og rørsla er neyvt samantvinnaði, tí tá børnini rannsaka umheimin motoriskt, so mennist teirra mál. 

Vit fara at syngja og spæla, og gera allar møguligar stuttligar venjingar saman :-)

HVAR: Føroya Fólkaháskúli

HVØR: Børn & foreldur 3 mðr-12 mðr / 1-2 ár / 2-3 ár

NÆR: Mánadagar frá 10.sept til 29.okt.
kl.12.30: Foreldur & Børn: 3mðr-12mðr 
kl.16-16-45: Foreldur & Børn 1-2 ár
kl.16.45-17.30: Foreldur & Børn: 2-3 ár

KOSTNAÐUR: 500 krónur fyri 8 vikur.

Kunning & tekning: haskulin@haskulin.fo

bottom of page