Tann hendingin, at Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði funnust á Askov háskúla á vetri 1896 og vóru næmingar á skúlanum vetrarnar 1896/97 og 1897/98, kom at seta sítt merki á føroyskt menningarstarv gjøgnum Føroya Fólkaháskúla, sum teir stovnaðu í 1899.

Báðir høvdu teir havt føling við birtingina í føroyskari tjóðskaparrørslu, sum fór fram tey síðstu 10 árini av 19. øld, og óivað var tað hetta, ið førdi teir saman á donskum háskúla. 

 

Samdir í høvuðssjónarmiðunum vóru hesir menninir á mangan hátt so ólíkir, at teir saman kundi skapa eina fullfíggjaða heild. Símun var fremst av øllum søgumaður, meðan Rasmusar hugur var náttúrufrøði.

 

Sum ungur hevði Rasmus nomið lærdóm í træsmíðhandverki, sum hann dugdi til lítar. Ansur hansara fyri náttúrufrøði varð vaktur gjøgnum danskar háskúlar og serliga gjøgnum hin kenda danska vísindamanannin Poul la Cour, sum tá var lærari á Askov háskúla. Hesin lærarin tykist at hava havt serligt hegni til at ávirka næmingar sínar bæði alment og serfrøðiliga, og mangir eru teir, sum enn minnast hann við hávirðing og takksemi.

 

Háskúlin í Føgrulíð varð stovnaður upp á hugsjónir og trúgv uppá, at skúln skuldi gerast ein grundstuðul undir føroyskum menningarstarvi. Tað er ikki at taka seg aftur í, at skúlin hevur havt avgerandi týdning fyri føroyska málmenning, og tað er óivað nógv og kanska mest honum fyri at takka, at føroyskt hevur vunnið tey rættindi í almennum starvi her á landi, sum tað nú hevur. Frá fyrsta sinni hevði Føroya mál øll móðurmálsins rættindi á Háskúlanum. 

 

Ikki mundi tað tí vera nøkur leys hending, at fyrsta føroyska skaldsøgan varð skrivað av háskúlamanninum R. Rasmussen. Í 1907 kom henda skaldsøgan í ljósmála. Ein slíkur skaldskaparhugaður maður sum C. Holm Isaksen, blaðstjóri av ,,Tingakrossi", tók til hesa hending sum nakað av tí størsta, hann hevði upplivað í føroyskum menningarstarvi. ,,Bábilstornið" er, hóast kanska eitt sindur tíðarmerkt, einki vanligt byrjunarverk, men er málsliga sæð ein varði, sum vil verða standandi. Tað sama málsliga og søguliga hegni kemur aftur til sjóndar hjá Rasmusi í smásøgunum ,,Glámslýsi", sum hann seinni gav út.

 

Sum háskúlamaður og við síni skriving hevur Rasmus avrikað megnarverk. Starv hansara sum blaðstjóri av ,,F.F." og skriving hansara í øðrum bløðum var altíð borin av hugsjónum, sum vístu út yvir dagligan politikk. Fólksins menning á egnum mentunarstøði lá honum fremst á hjarta, og hetta er samsvarandi tey sjónarmið, sum hin norðurlendski fólkaháskúlin bygdi á. Í sínum politiska starvi man Rasmus ikki altíð hava funnið samljóð  fyri slíkum hugsjónum. 

 

Í plantufrøði hevði Rasmus Rasmussen enntá avrikað verk, sum vísindamenn rokna við. Umframt at hava skrivað greinir um slík evni í vísindaligum tíðarritum í í útheiminum hevur Rasmus givið út bøkurnar ,,Føroya Flora" og ,,Plantulæra" á føroyskum máli. Onnur smærri rit um hesi evni eru eisini komin frá hansara hondum. Tað er ikki smáverk, sum her er avrikað, og undrunarvert er tað, at ein maður við so ringum umstøðum, sum Rasmus gevur havt, kann hava lagt alt hetta skrivliga arbeiði úr hondum.
 

R. Rasmussen og kona

Úr  90-ára minningarritinum

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)