Føroya Fólkaháskúli hevur aldri átt fæ at bjóða lærarum sínum. Hann hevur heilt upp at seinna veraldarbardaga livað á hungursmarkinum.

 

Hetta var óivað ein atvoldin til, at Rasmus tók við starvinum sum skrivari hjá Føroya Fiskimannafelag, tí hetta arbeiðið mátti seta mentunarliga skriving hjá honum til viks. Fyri felagið kom Rasmusar skrivarastarv tó at fáa alstóran týdning. Eisini sum skrivstovumaður vísti Rasmus stór evni. Hann kom at vera tað fasta haldið í felagnum, tí illgruni millum felagslimirnar førdi brátt við sær formansskifti, og ofta fór skifti fram á hvørjum ári. Hann helt fíggjarligt skil á felagnum, og tað hevur borið gjøgnum nógvar trupulleikar.

 

Rasmusar skrivstovustarv og tað, at hann sum felagsskrivari noyddist at taka ímóti nógvum fólki, hevur saman við sjúku í heiminum tikið nógv av tíðini, hann annars kundi havt nýtt til andligt arbeið. Soleiðis hava hansara arbeiðslíkindi verið, og hetta vísurm hvussu væl tað hevur ligið fyri honum at skriva.

 

Longu nú at meta tað varandi virði í Rasmussar skaldsøgum fer sjálvsagt ikki at bera til, men sum slóðbrótaraarbeið fara søgurnar altíð at verða standandi. Tær lýsingar, sum har eru givnar av føroyskum sumri og summarveðri saman við gomlum føroyskum bygdarlívi, tykjast tó so rakandi, at tær valla kunnu verða gjørdar betur. Rasmus nýtir har eisini eitt meira livandi føroyskt mál, enn vit eru vanir við frá teirri tíðini. Fornari stíl nýtir hann, tá viðurskiftini verða meira hástemt. Tað fellur eisini minni fyri bróstið.

 

,,Føroya Flora" og ,,Plantulæra" munu vera bøkur, sum menn, ið arbeiða við plantufrøði her á landi, altíð koma at venda aftur til. Í ongari lærugrein er eitt tílíkt grundleggingararbeið gjørt fyri føroyskan skúla sum í plantufrøði. Føroyskur skúli í dag stendur annars veikur, hvat læribókum og føroyskum máli viðvíkir.

 

Tað sjónarmið at byggja upp egna mentan á heimligun støði má vísa seg í verki gjøgnum skapandi andliga megi, um fólkinum skal verða lagaða t liva sítt egna andaliga lív. Rasmus hevur ikki bert lært, men hann hevur sjálvur virkað í hesum anda, og hann hevur víst skil og hegni í sinum virki.

 

Tann tíðin, ið farin er, síðan Háskúlin varð stovnaður, hevur óivað ikki ført til ta fólkamentan, sum tað unga ættarliðið, ið vaks fram úr teirri birtingartíðini, hevði hugsað sær til, og Rasmus, sum nú er komin væl til árs, vil ætlandi kunna ásanna hetta. Tó vildi tað verið skilaleyst at nokta, at her er gjøgnum hesi árini hend ein ytri broyting, sum liggur á tí leiðini, menninir frá birtingartíðini mega hava roknað við. 

Tað skal meira enn hálv øld til heilt at uppbygja eina fólkamentan, tó at grundarlagið er til staðar, og minni tíð skal væl ikki til at útbúgva landið sjálvt.

 

Hesa uppbyggjan og útbúgvan kann Rasmus nú fyri ein part síggja útyvir og hava sína metan um, tí hann hevur sjálvur verið við í leikinum.

 

Rasmus varð borin í 1871 til at verða bóndi við Kirkjar í Miðvági; men hann segði garðin frá sær og valdi háskúlan. Fyri Føroyar var valið gott, men fyri Rasmus sjálvan man luturin hava roynst soltin. Hann giftist í 1904 við Onnu Sofiu Johannesen, systur starvsfelaga síns, Símunar av Skarði. Síðan 1932 hevur Rasmus sitið sum einkjumaður, tá konan hetta árið doyði av sjúku.

 

Louis Zachariasen
 

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)