
16-19.mai:
Qigong & Kunst-Terapi
Við hesum serskeiði á Føroya Fólkaháskúla verður Qigong og Kunstterapi samantvinnað.
Skeiðsleiðarar eru tær báðar Vivian Sjóðklett og Solfred Hela Pedersen.
Á hesum skeið arbeiða vit við okkara innara tilfeingi
⁃ At kenna lívsorkuna gjøgnum Qi-Gong-venjingar
⁃ At finna styrki gjøgnum kunst-terapeutiskar teknikkir
Eitt kærkomið høvið til tín sum ynskir at finna títt egna innara dirvi og styrki.
QI-GONG
Kinesiska orðið Qigong merkir orkuvenjing. Hetta er aldargamal kinesiskur fimleikur, ið sameinir seinar róligar rørslur við djúpan andadrátt. Hendan heilsuvenjing gevur betri súrevnis-upptøku til kyknurnar í kroppinum, hon ger blóðrenslið betri og styrkir vøddar, sinar, beinagrind og nervalag. Qigong styrkir harumframt eisini tíni samskipanarevni, tína javnvág, og tínar eginleikar til at savna hugin. Vit arbeiða við einari røð av 18 venjingum, har tú fært vant allan kroppin, og øll kunnu verða við, tí rørslurnar verða lagaðar til tann einstaka.
KUNST-TERAPI
Við at fáa samband til skapandi evnini sum búgva í okkum øllum, vekja vit sovandi síður av okkara persónligheit. Vit gerast meira sjónlig í mun til okkara kenslulív og vit útbyggja kunnleikan um okkum sjálvi. Fyrimunurin við at nýta tann skapandi háttin í tí persónligu menningartilgongdini er, at vit fáa nakað heilt persónligt og ítøkiligt at fyrihalda okkum til: Eitt úttrykk, ið er skapað út frá okkum sjálvum, og sum inniheldur týdningarmiklar upplýsingar um okkara ótilvitaðu síðu.
Undirvísari: Vivian Sjóðklett & Solfred Hela Pedersen
Hvar: Føroya Fólkaháskúli
Nær: 16-19.mai 2019
Málbólkur: Øll (tó aldursmark 18 ár)
Kostnaður: 1750 kr.
Tekning: haskulin@haskulin.fo