Vilt tú halda skeið á Háskúlanum?
Hevur tú eitt gott uppskot til eitt skeið innan list, mentan ella siðmenning?
Open call Føroya Fólkaháskúli tekur ímóti skeiðsuppskotum til várið 2023, vit leita eftir skeiðum til ung og eldri. Vit eru ein mentanar- og listaskúli, ið leggur dent á at rúma ta progressiva og eggja til nýskapan, samstundis sum vit virka fyri føroyskum máli og mentan. Flestu stuttskeiðini eru frá friggjadag til sunnudag, umleið 20 tímar.
Øll, sum hava skeiðsuppskot, eru vælkomin at senda okkum tey í seinasta lagi 13. novembur 2022 á miðnátt. Háskúlin velur frítt millum innkomnu uppskotini og tekur sær rætt til einki at velja. Vit leggja dent á fjølbroytni, góðsku og mentanarprofil. Vit bjóða eisini nýhugsan vælkomnari.
Um miðjan november velja vit millum innkomnu uppskotini og seta okkum í samband við tykkum.
Vit miðja eftir, at øll, sum hava sent uppskot inn, fáa svar í novembur.