Vilt tú halda skeið á Føroya Fólkaháskúla?


Hevur tú eitt gott uppskot til eitt skeið innan list, mentan ella siðmenning? 


Føroya Fólkaháskúli tekur ímóti skeiðsuppskotum til várið 2021, vit leita eftir skeiðum til ung, vaksin, familjur og pensionistar.

​Várskeiðini eru vanliga vikuskiftis- ella styttri skeið.


Vit eru ein mentanar- og listaskúli, ið leggur dent á at rúma ta progressiva og eggja til nýskapan, samstundis sum vit virka fyri føroyskum máli og mentan. 

Øll, sum hava skeiðsuppskot, eru vælkomin at senda okkum tey við at nýta niðanfyri standandi talgilda oyðiblað, í seinasta lagi 10. november 2020.

Spurningar kunnu sendast til Hedvig Westerlund-Kapnas, háskúlastjóra,

haskulin@haskulin.fo

ella Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Havn.

Open Call 2021

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)