Vár í Ólavstovu

Røða á Fólkafundinum á Háskúlanum, Ólavsøkuaftan 2018.

Gott fundarfólk, kæru ólavsøkugestir
 

Tøknin er yvir okkum og eingin ivi er, at hon er ein av størstu nýbrotunum í teimum førleikum og førleikakrøvum, sum serkenna 21. øld. Í førleikakrøvum OECDs er tað at megna tøkni ein grundførleiki, sum skúlin og samfelagið skal geva uppvaksandi ættarliðinum. Nú vit eru stødd á Føroya Fólkaháskúla, einari av háborgunum fyri stovnsetan av føroyskari tjóðbygging og føroyskmæltari fólkaupplýsing, kann eg ikki lata vera við at hugleiða um týdningin at vera við í tøkniliga og talgilda nýbrotinum, serliga tí, at enska málið, sum eyðkennir innihaldið í hesum miðlum, kann koma at vísa seg at vera tann størsta hóttanin fyri føroyskt sum mentamál í nýggjari tíð.
 

Háskúlamenninir Símun av Skarði og Símun úr Kunoy, sóu greidliga týdningin í at geva børnunum føroyska málið í vøggugávu. Teir tóku stig til fyrsta føroyska barnablaðið: Ungu Føroyar í 1907 í tilvitinum um, at børnini vóru framtíðin og týdningarmestu berarar av máli og mentan.

Vit hava ongantíð havt so nógvan lesnað til børn á føroyskum, sum vit hava í dag, men samstundis vita vit sambært nýggjari lesikanning, at tað verður lisið ov lítið fyri børnum, og tey lesa ov lítið sjálv, men er hetta allur sannleikin? Lesa børnini ikki á øðrum pallum, og er tað at lesa ikki víðkað til so nógv annað enn at heinta bókstavir upp úr einari prentaðari bók? Slíkir grundleggjandi spurningar verða settir í sambandi við talgildu tøknina. Tøknin ger tað gjørligt, at bókin verður lisin upp fyri okkum, vit kunna hyggja at einum filmi, sum eisini hevur sína søgu at siga, og vit kunnu skapa okkara egnu søgur við ljóði, myndum og teksti, margmiðlar ella multimodalitetur er ein veruleiki, sum øll børn vaksa upp við nú á døgum.

Ein utopisk ynskimynd, har børn hava eina ørgrynnu av møguleikum, mátum og amboðum at ogna sær undirhald og vitan við, men er dreymamyndin einans so glæsilig? Eru snávingarsteinar og forðingar á hesi glæsiligu og algongdu tøknileið?

Jú, har eru álvarsligir snávingarsteinar og ein hin størsti er málið. Føroyska málið er kroyst á tøkniliga spæliplássinum, sum fyllir støðugt meira í gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Tey skapa tykisheimar og fylla teir við lívum, tey kríggjast á vígvøllum og seta lív og heilsu í váða fyri tí tey halda vera rætt, tey ogna sær vitan um fjarskotin lond og fjarskotnar gongustjørnur, tey samskifta við allan heimin, altjóða motorvegurin er breiður og vitborin. 

Gerandisdagurin hjá børnum er merktur av undirhaldi og spæli við og í alskyns tøkniligum amboðum. Barnið byrjar tíðliga at tráa eftir turvelvandi spenningi og undirhaldi í hesum spennandi tólum, og tað, sum kann vekja ørkymlan, er, at millum lítið og einki av tí, sum ávirkar málsligu menning barnsins, er á føroyskum.
 

Eg hoyri til tað ættarliðið av børnum, har glæstribøkurnar vóru nýbrot við sínum litføgru myndum og har smalfilmur var størsta undirhald í barnaføðingardøgum. Vit tráaðu eftir meira, men lítið var at heinta, og vit vistu einki betri. Røðirnar í Havnar Bio vóru langar, tá ið onkur spennandi filmur var fyri børn, og mangan fóru vit vónbrotin heim, tí eingi atgongumerki vóru eftir. Hesir filmar høvdu danska talu, og tað, sum var áhugavert at lesa, var á donskum. Danskt var ein kappingarneyti til okkara málsligu búning á føroyskum, men ágangurin var ikki allastaðni og so massivur, sum hann er í dag. Í mun til fyrr, er málið, sum børn verða undirhildin á, nærum bara á enskum. Eg væntaði ikki í mínum ungu døgum, at eg fór at verja danskt, tí tað kendist tá bæði sum ein syndafull og freistandi hóttan móti føroyska málinum, men í dag eri eg sannførd um, at missa vit danskt, missa vit okkara norðurlendska tilknýti og felags norðurlendska mentanararv. Vit áttu at slept øllum politiskum ósemjum og givið donskum status sum fyrsta fremmandamál í skúlum okkara. Verandi støða, har danskt er eitt skuggamóðurmál í skúlaskipanini, gagnar ikki lærugreinini donskum og heldur okkum føstum í einum politiskum diskursi, sum kann vera føroyskum máli og mentanarkringi ein størri bági enn vit í fyrsta umfari gáa um. Danskt er okkara atgongd inn í onnur norðurlendsk mál og mentan og ger okkum til ein fullgildan part av norðurlendska felagsskapinum. Lat okkum verja um hendan felagsskap og lat okkum læra uppvaksandi ættarliðið at samskifta við hendan felagsskap á einum norðurlendskum máli og ikki á enskum. Tann mentanarfelagsskapur, sum norðurlendski felagsskapurin er, er føroyskum og føroyska mentanarkringinum til stuðul og íblástur.

Dagsins veruleiki er, at enskt er vorðið ráðandi samskiftismálið og harumframt nærum einaráðandi vísindamálið og vera vit alt ov líkasæl, verður enskt eisini arbeiðs- og almennamálið. Norski málfrøðingurin Lars S. Vikør spáar í 2007 í sambandi við stóru angloamerikansku mentanarligu og lingvistisku ávirkana á serlig máløki, t.d. innan náttúruvísindi, tøkni, handilslív og ungdómsmentan, at vit kunnu vænta, at tjóðarmálini gerast annaðmál og mugu víkja fyri enskum.
 

Mál er samskifti og samleiki. Við máli fært tú sagt heiminum kring teg, hvør tú ert, tí ræður um, at tú hevur eitt mál, sum er fjølbroytt og hýsir teimum hugsanum, kenslum og vilja, tú hevur. Um hetta mál er føroyskt ella okkurt heilt annað, er kanska uttan týdning og tó….. Uppi við málinum hongur ein so virðismikil mentanararvur, at hann kann ikki metast í materiellum virði. Tann málsligi samtekstur vit eru partur av, gevur okkum størri hugflog og tryggari kjølfesti í hvørji vit eru og hvønn felagsskap vit hoyra til. Í hesum viðfangi mugu vit eisini ásanna, at mál er vald, við málinum kunnu vit úthýsa fólki bæði sosialt og juridiskt. Øll tey fremmandmæltu, sum seinastu árini eru komin til Føroya, hava í alt ov lítlan mun fingið lut í okkara mentanararvi, sosiala samskifti og fólkaræðiligu rættindum, heilt einfalt tí tey hava fingið alt ov lítla undirvísing í máli og mentan. Vit hava alt ov lítið skipaða undirvísing til hesar nýggju føroyingar. Vit hava lítið og einki undirvísingartilfar og undirvísarar eru ov fáir og í nógvum førum alt ov illa úbúnir til at átaka sær uppgávuna. Hetta er veruleikin á málsligu og mentanarligu móttøkuni, sum tilflytarar til Føroya fáa. Tað tykist, sum vit halda, at tey skulu læra tað tann harða vegin. Tey skulu føla happing og útihýsing og soleiðis sjálv ásanna, at skulu tey yvirliva í hesum samfelagnum, mugu tey sjálv syrgja fyri at læra seg føroyska málið. Als ikki nakar virðiligur hugburður, sum almennu Føroyar her sýna. Tað mentanarliga og málsliga ríkidømið, tey fremmandu koma við, áttu eisini at verið eitt kærkomið íkast til okkara mentan og siðvenju.

 

Ólavsøka er.....

og júst hon er tekin um mentanararv, sum gjøgnum øldir hevur lagað seg til nútíðarligar umstøður. Hvat hevði ólavsøkan verið, um hon ikki var tann sosiala samveran, har vit einaferð um árið rúsa okkum í felagsskapinum, har búnin verður tikin fram, har vinir og kenningar hittast og koma á gátt hjá hvør øðrum? Sjálvt um vit ikki hoyra til teirra, sum eru siðbundin og hava eina elitera fatan av mentan, kunnu vit ikki snúgva okkum undan, at ólavsøkan gevur okkum øllum møguleikan at gloyma ymiskleikan og ósemjurnar, tí vit sameinast í mentanarfelagsskapinum og øðrum sosialum felagsskapum og samverum. Føroyar eru vorðnar rúmligari, Pride skrúðgongan, sum var í gjár er greitt tekin um, at so er, men sømilig tala og málbrúk, sum halda seg til etiskar og moralskar spælireglur eru grundreglur fyri rúmligum menniskjasýni og fólkaræðiligum grundhugsanum. Rasistisk og ekskluderandi tala fær okkum upp úr stólinum fyrstu og aðru ferð vit hoyra tað, men vanligari málbrúkið verður í almenna rúminum, longri flytast mørkini, og tað, sum í veruleikanum er bæði rasistiskt og útihýsandi, gerst góðtikið og vanligt málbrúk. Tað skal vera mítt ynski, at vit gerast meiri tilvitað og eru á støðugum varðhaldi fyri hesi ódámligu gongd, sum tíverri er alt ov sjónsk á summum økjum og í alt ov stóran mun praktiserað av ávísum persónum uttan nakra átalu. Mín sannføring er, at tolsemið og ymiskleikin eru týdningarmestu hornasteinarnir í einum vælvirkandi fólkaræði, lat okkum í felag verja um hesar grundhugsanir.

 

Góða ólavsøku

 

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)