top of page


Ólavsøku-fundur
28
Juli
Nær: 28.juli
Árligi Fólkafundurin, sum hevur verið hildin á Føroya Fólkaháskúla í meira enn 100 ár, verður sum vant Ólavsøkuaftan, eftir kappróðurin, kl.17.30.
Á skránni verða røður, tónleikur, felagssangur og føroyskur dansur. Ein drekkamuður verður eisini at fáa. Røðari í ár verður Vár í Ólavsstovu, ph.d., adjunktur í móðurmálsnám- og undirvísingarfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Ólavsøkan byrjar á Háskúlanum, og øll eru vælkomin.
bottom of page