Heystskeiðið 2023 - 2024

Føroya Fólkaháskúli er ein háskúli, mitt í høvuðstaðnum, hvørs endamál er at fylgja næmingunum út á eina kreativa ferð, har skapandi listin og føroyska mentanin eru í hásæti.
FAKINI
Háskúlin hevur trý høvuðsfak; myndlist, palllist og náttúra & mentan. Harumframt bjóða vit skriving, føroyskt fyri internationalu næmingunum, morgunfimleik og spennandi temavikur.
Lærararnir eru útinnandi listafólk. Tú fært møguleikan at hugsavna teg í mynd- og leiklist, við professionellari vegleiðing, so tú kanst menna títt egna listarliga úttrykk. Vit eru einasti skúli í Føroyum, ið veitir hetta tilboðið til ung og vaksin.
Dentur verður eisini lagdur á at brúka býin, koma út úr húsinum og at hyggja nærri at samfelagnum og náttúruni rundan um okkum.
GERANDISDAGURIN
Føroya Fólkaháskúli er ein vistarhaldsskúli. Gist verður tvær, tvey og tveir, í dupultkamari.
Felagskapurin er í miðdepli. Øll hava ábyrgd av at hjálpast at við húsligum, praktiskum uppgávum og næmingarnir leggja sjálvi vikuskiftini til rættis.
Á Háskúlanum eru ongar próvtøkur, og sostatt eru háskúlamánaðirnir ætlaðir sum eitt andarúm frá strembanini eftir úrsliti. Seks mánaðir, har tú kanst fordjúpa teg og veksa sum menniskja í góðum felagskapi við øðrum.
HVØR KANN TEKNA SEG
Einki ovara aldursmark er, men tú skalt minimum vera fylt/ur16 ár, fyri at tekna teg. Býrt tú ikki í Føroyum, er aldursmarkið 18 ár. Tó við fyrivarni fyri, at vit ikki megna at lofta øllum sálarligum og fysiskum avmarkingum.
Tit, sum eru næmingar á Føroyar Fólkaháskúla, verða viðfarin sum vaksin. Reglugerðin er einføld; tú skalt møta til alt, stundisliga, skúlin er royk- og rúsfríur.
Ymiskleiki er hámettur á Háskúlanum, so kom som tú ert, har sum tú ert í lívinum.