top of page

Sangskeið við Douglas Yates

22

Oktobur

Nær: 22/10 - 29/10

Undirvísarar: Douglas Yates

Dámar tær væl at syngja, og vilt tú fegin duga betri at syngja, so er at skunda tær at senda ein teldupost til haskulin@haskulin.fo 
- sera avmarkað pláss, so ger skjótt av!

Skeiðið inniber bæði einstaklingaundirvísing og masterclass í sangi og í framførslu.

Douglas Yates er úr Texas, USA, hevur nomið sær útbúgving á Rice University í Houston, Baylor University í Wace og á University of Texas í Houston. Hann hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar ferðir á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council.

Umframt at reka sangskúlan Vocal Arts í Týsklandi, ferðast Douglas regluliga til Keypmannahavnar og til Stockholm, har hann er gestasanglærari á Kongaligu teatrunum.

Douglas arbeiður dagliga við bæði yrkissangarum og fólki á byrjanarstøði, og undirvísir í fleiri ymiskum greinum, m.a. opera, musical, jazz, pop, spirituals og soul.

bottom of page