
Plakatskeið-tekniskeið
03
Apríl
Nær: 03/04 - 06/04
Undirvísarar: Janus á Húsagarði
Kostnadur: 1.750 kr íroknað gjaldinum er gisting og matur.
Aldursmark: 9. flokkur
Tekning: haskulin@haskulin.fo
Skalt tú gera eina plakat? So hevur tú nú møguleika fyri at koma á plakatskeið á Føroya Fólkaháskúla.
Tá tú skalt gera eina plakat til eitt tiltak ella útgávu, er ymiskt at hugsa um:
Hvat er boðskapurin? Hvat fangar? Hvar skal plakatin hanga? Hvussu langt frá skal mann síggja tekst og mynd? Hvønn stíl skal eg velja?
Tað eru óteljandi møguleikar fyri at gera eina plakat: Skal hon teknast? Málast? Skal hon hava eina mynd? Skal tað vera ein kollasja? Ella skal motivið kanska seymast? Skal hon hava tekst? Hvat fyri tekst?
Kom á plakatskeið og lær at gera tína egnu plakat.
Vit byrja hósdag kl. 16.00 og hinar dagarnar kl. 9 og arbeiða so leingi vit orka.