top of page

Fotoskeið

8.10

Juni

Nær: 08/06 - 10/06 

Undirvísari: Edvard Nyholm Debess

Kostnaður: 1000 kr

Tekning: haskulin@haskulin.fo

Áhugin fyri myndatøku er alsamt vaksandi, og fleiri hava spurt nær Háskúlin fer at hava eitt fotoskeið?

 

NÚ verður tað! 8-10.juni verður forkunnugt fotoskeið á Føroya Fólkaháskúla við Edvard Nyholm Debess.

 

Edvard, ið hevur latið tvær fotobøkur úr hondum, fer við luttakarunum at hava eitt arbeiðsvikuskifti har vit menna okkara evni at síggja motivir, og til at fanga løtuna.

 

Vit fara at arbeiða við ymiskum sjangrum, m.a. dokumentar, portrett og landslag, umframt at koma inn á m.a. teknikk, myndafatan, myndaevni.

 

Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at loysa settar fotouppgávur og roknast skal við at arbeiða bæði einsamallur og í bólki.

 

Tíð: 3 dagar, fríggjadag til sunnudag, 8-10.juni 2018

bottom of page