
YRK!
03-05.august 2018
Vælumtókta sangskrivaraskeiðið YRK! verður aftur 3-5.august!
Skeiðsleiðarar verða tey bæði Guðrið Hansdóttir og Hans Marius Ziska.
Arbeitt verður við at yrkja sangir og at smíðja løg í hugnaligum og heimligum háskúlaumhvørvi.
Vit skriva, spæla og syngja fyri hvørjum øðrum, og hjálpa hvørjum øðrum at mennast sum sangskrivarar.
Vit koma eisini at arbeiða við framførslu, og kanska verður onkur konsertútferð. Ella gera vit okkara egnu konsert :-)
HVAR: Føroya Fólkaháskúli
NÆR: 3-6.august
KOSTNAÐUR: 850 kr.
ALDURSMARK niðureftir: 9.flokk ella samsvarandi aldur.
Einki aldursmark uppeftir.
TEKNING: haskulin@haskulin.fo
GG! Luttøkan er skrásett og plássið er tryggjað, tá skeiðsgjaldið á 850 kr. er flutt á kontu Háskúlans:
6460- 151 880 3. Viðmerk "YRK!"