top of page

LivaSkriva

LivaSkriva - Lær at skriva STUTTSØGUR sum rigga!

2.-5. august 2018

Gjøgnum skrivivenjingar, fyrilestrar og kritiska gjøgnumgongd av egnum tekstum í felag, læra vit um stuttsøguna og at geva og fáa kritikk.

Vit tosa um hvussu stuttsøgur skulu byggjast upp, hvat skal við í tekstirnar og hvussu skal hetta skipast? Hvussu ger man persónar og annað?

Skriviskeiðið vendir sær ikki bert til tey, sum vilja liva av at skriva, men til øll, sum dáma væl at skriva, og vilja duga betur at skriva. Skeiðið er eisini fyri tey, sum skriva til børn og ung.

Í felag kunnu vit hjálpa hvørjum øðrum at mennast sum rithøvundar, og hetta gera vit best í heimliga og hugnaliga háskúlaumhvørvinum :-)

UNDIRVÍSARAR: Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð & Oddfríður Marni Rasmussen
HVAR: Føroya Fólkaháskúli
NÆR: 2-5.august 2018
KOSTNAÐUR: 1750 kr.

TEKNING & KUNNING: haskulin@haskulin.fo

bottom of page