top of page

Á Føroya Fólkaháskúla veturin 1952-53

Úr  90-ára minningarritinum

Fyrstu ferð, eg visti um Føroya Fólkaháskúla, var ein dagin, tá ið eg sum smádrongur á veg til hús úr skúlanum sá ein mann liggja fram eftir grúgvu og leita í bønum eystan fyri doktarahúsini á Eiði. Eg sá hann taka eina plantu upp úr bønum og kanna hana gjølla við einumhvørjum, sum hann setti fyri annað eygað. Eg segði móður mínari frá hesi hending, og hon visti beinavegin at siga, at tað mundi vera Rasmus á Háskúlanum. Hann hevði onkuntíð áður búð hjá Rasmussen doktara, tá ið hann hevði verið á Eiði og kannað plantur bæði í bøi og haga. Seinni sá eg mannin uppi í Kolli við sama atburði, sum hin dagin eystan fyri doktarahúsini. Tað mundi vera nøkur ár seinni, at eg var kunnugur við bókina ,,Fornmálasagnir og Fornmálaljóð". Tað var Rasmussen doktari, sum lænti mær hana og bað meg lesa. Hann hevði áður lænt mær aðrar bøkur, men tað, sum ikki gekk frá mær, var Háskúlin. Tá ið eg visti um onkran, sum hevði verið á Føroya Fólkaháskúla, vissaði eg meg sjálvan um, ateinaferð skuldi eg á Háskúlan.

Tað bar ikki beinari á enn, at tá ið eg ein dagin segði Jóhan Kallsoy, lærara, frá ætlan míni um at fara á læraraskúla, mælti hann mær til at fara á Føroya Fólkaháskúla fyrst. Hetta stimbraði meg í gomlu ætlan míni, og á vetri 1952 fór eg til Havnar á Føroya Fólkaháskúla.

Jóhannes av Skarði, sum tá hevði verið háskúlastjóri í eini 10 ár, var sjúkur henda veturin og hevði fingið farloyvi frá skúlanum tað mesta av vetrinum.

Mourits Mohr hevði leiðsluna um hendi, og hinir lærararnir vóru Jákup av Skarði, og Davidsen. Paulina av Skarði, kona Jóhannes, var matmóðir, sum við sínum blídliga og lætta  lyndi gjørdi sítt til, at vit kendu okkum væl á skúlanum henda veturin; men av tí, at Mourits Mohr ikki búði á skúlanum, hevur helst ov nógv verið lagt yvir á Paulinu. Hetta hugsaðu vit ikki nógv um tá, men eg havi mangan hugsað um tað síðani. 

Skúlagongdin á Háskúlanum henda veturin minsti í so nógv um aðra vanliga skúlagongd. Lærararnir løgdu seg eftir at geva okkum kunnleika innan lærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt, søgu, náttúrufrøði, rokning við, bókhald og samfelagsfrøði og eg minnist teir allar við tøkk og virðing, men tann íblástur av háskúlaanda, sum eg hevði roknað við, andi bert so smátt henda veturin. 

Vit búðu á skúlanum allan veturin, men vóru heima við hús um jólini. Annars haldi eg ikki, at vit vóru heima við hús meira enn ta einu ferðina henda veturin. Tá vóru ikki umstøður at fara til hús hvørt vikuskiftið sum nú, men leygarkvøldini plagdu at vera hugnalig við kjakfundum, fyrilestrum, skemti og sangi. Matmóðirin borðreiddi við nýbakaðari kaku og kaffi. Okkurt leygarkvøldið vóru læraraskúlanæmingar á skúlanum.

Rasmus á Háskúlanum, sum tá var gamal maður, búði í norðara enda í skúlahúsinum. Hann plagdi at siga, at buldraligari vetur mintist hann ikki. Og buldraligt var tað mangan.

Mourits Mohr búði ikki á skúlanum, men hann plagdi at koma aftur á skúlan um kvøldarnar fyri niðurfaringartíð at kanna eftir, um alt var, sum tað átti. Ikki var tað altíð, at allir vóru inni, og tað hendi seg eisini, at onkur smoygdi sær útum, tá ið hann var farin avstað aftur. Hann hevði sítt stóra baks av at fáa allar at halda galdandi reglur og húsfrið.

Mourits Mohr var tann mildi maðurin, sum tú fekst tokka til. Hann dugdi serstakliga væl at fara um tann einstaka næmingin við sínum skemtingarsama lyndi, sum bar á brá at fara yvir í tað speisama, og tá visti tú ikki rættiliga, um tað var skemt ella álvara.

Tað hevði mangan verið havt á máli, hvussu fíggjarliga trongar karmar Háskúlin hevði. Veturin 1952/53 var einki undantak í so máta. Mourits Mohr bar onkuntíð uppá mál, hvussu trupult tað var at fáa endarnar at røkka saman. Tað hendi seg, at vit fóru norður móti Hoyvíkshólmi at dyrgja. Seiður var nógvur at fáa, og hann var góður døgurðamatur. Eitt gott ískoyti til húsarhaldið, og ein gó

 áminning um, at skalt tú liva, mást tú virka. Móti endanum á skeiðinum kom Jóhannes av Skarði aftur, og við honum tann dámur av háskúlaanda, sum tú hevði saknað frammanundan. At Jóhannes var háskúlamaður, var eyðsæð, og at hann og bróðirin Jákup høvdu sitið við føtur ,,Gamaliels" kom týðuliga til sjóndar.

Mær rennur serstakliga í huga, tá ið Jákup av Skarði røddi um norsku skaldini Bjørnson og Ibsen, og tá ið Jóhannes lýsti fyri okkum Sjúrðarkvæðini so rámandi við upplestri og nýtum orðum. 

Vit høvdu allan veturin sungið dúgliga í ,,Songbók Føroya Fólks", og Mikkjal á Ryggi hevði verið havdur nógv á lofti. Ein dagin, tá ið veturin var farin at halla, fóru vit niðan í Hoydalar at vitja Mikkjal, sum var á Sanatoriu. Hetta var okkum ein hendinga løta.

Vit vóru eisini á útferðum, tá ið tað fór aftur at vára. Vit vóru norðuri í Mannafelsdali, norðuri móti Hórisgøtu. Á ferðini sóu vit eisini ,,Brynjumanna borð", Vit vóru á Oyrareingjum og vitjaðu Jóannes Debes, bónda á Oyrareingjum.

Ein dagin gingu vit til Kirkjubøar og um Velbastað á veg aftur til Havnar. Á Velbastað stukku vit inn á gólvið hjá bóndanum á Steinum, har borðreitt var fyri okkum. Henda dagin var á ferðini drúgt orðaskifti millum Mourits Mohr og Jóhannes av Skarði um broytingarnar í føroysku rættskrivingini, ið júst tá vóru framdar. Jóhannes var heitur talsmaður fyri rættskrivingini, sum hon hevði verið; í hvussu so var, tá ið talan var um ,,ei" ella ,,o" framman ng og nk, meðan Mourits Mohr tók undir við broytingunum. Eg haldi, at Jóhannes vann okkum allar fyri sínum sjónarmiðum.

Veturin á Háskúlanum var ikki til fánýtis. Tað rivaði onkursvegna fyri eygunum, og tú sást, at innan háskúlastarvið er høgt til loftið og vítt til veggja. Háskúlahugsjónin er víðskygd og birtir upp nýtt lív har, sum áður var kalt og steinoyði. Latum okkum tí fjálga um henda skúlan í framtíðini gangs fyri land okkara og fólkið alt.

Hensar Ellingsgaard

bottom of page