top of page

​Gátuføri Gøtutróndur

26.juli kl.19.30:


Fyrilestur v/  Torfi Tulinius, professari á Háskóla Íslands. 26.juli kl.19.30 

 

Gøtutróndur er ein hin minniligasti og gátuførasti persónurin í øllum teim íslendsku fornbókmentunum. Hann verður lýstur sum mansligur og háborin, men samstundis er hann ein snildur “svikarafigurur,” og sum mangur av tí slagnum í søgn og bókmentum, er hann tvítýddur. Sum bókmentaligur persónur er hann ógvuliga samansettur og hevur eina ríka bakgrundssøgu.

Í fyrilestrinum verður greitt frá Tróndi og brøgdum hansara, og hvørjar serligar snildir tann, ið skrivaði Føroyingasøgu, nýtir til tess at lýsa hann. Harumframt verða Tróndur og Føroyingasøga sett í samband við vaksandi vald Noregs í Norðurhøvum í trettandu øld og avleiðingarnar, tað hevði fyri norskmæltu samfeløgini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. 

 

Torfi Tulinius, professari á Háskóla Íslands, hevur íslendskar miðaldarbókmentir sum sergrein og stóran áhuga fyri føroyingasøgu. 

 

Fyrilesturin er almennur og ókeypis. Gevið gætur, at fyrilesturin verður hildin á enskum.

bottom of page