top of page

Heystskeiðið fyri ung 2020

01

Septembur

Nær: septembur - desembur

Kostnaður: 15.800 kr, íroknað vistarhald, undirvísing, tilfar og námsferðir. 

Umsóknarblað: haskulin@haskulin.fo

Til ber at tekna seg frá 15. mars 2020, og inntil øll plássini eru tikin. 

Heystskeiðið er eitt skeið, har næmingarnir búgva, eta og virka saman, á Háskúlanum, í 4 mánaðir.

Næmingatalið er sum ein miðal skúlaflokkur, millum 15-25 ungfólk, bæði úr Føroyum og norðurlondum.

 

LÆRUGREINIR

Háskúlin seinnu árini hevur serligan lagt dent á tær skapandi listagreinir sum tey ungu halda verða áhugaverdar, m.a. Foto, film, sjónleik, tónleik, dans, skapandi skriving, málningalist, tekning, keramikk, glas, handverkslist o.a. Harumframt hava fakini føroyskt/bókmentir og søgu/samfelag eisini stóran týdning fyri Háskúlan.  Eisini verður nógvur sangur, fimleikur, hagatúrar, havsvimjing, námsferðir og ein rúgva av felagstiltøkum.

 

UPPTØKUTREYTIR

Tú skalt hava lokið 9. flokk, ella hava samsvarandi aldur, tá ið farið verður undir skeiðið, tvs. innan 2.sept.

Tekning fer fram við at senda ein teldupost til haskulin@haskulin.fo , við hesum upplýsingum:

 

1) Navn og eftirnavn

2) Bústað og teldupost

3) Føðingardag og ár

4) Upplýsingar um heilivág fyri sjúku og/ella ovurviðkvæmi.

 

Síðani verða tit boðin til eina samrøðu, so tit kunnu síggja skúlan, spyrja spurningar o.s.fr.

 

FÍGGJARVIÐURSKIFTI

Næmingagjaldið er 15.800 kr. Hetta umfatar vistarhald, undirvísing, tilfar og námsferðir. Upphæddin kann verða goldin í einum, men eisini ber til at flyta kr. 3.950 í 4 umførum; fyrsta gjaldið saman við depositum (lykla-og kamarsgjald) á 1000 kr., ein mánað áðrenn skeiðið byrjar, tað vil siga innan 1. august. 

 

Annars mánaðarliga, hvønn tann fyrsta, soleiðis at alt skeiðsgjaldið er goldið í seinasta lagi 1. nov.

Lykla- og kamarsdepositum á 1000 kr. verður goldið í seinasta lagi 1. august, saman við fyrsta mánaðargjaldi.

Tær 1000 krónurnar fáa næmingarnir aftur, tá skeiðið endar, um lyklar ikki eru burturmistir og kamarið annars er væl frágingið.

 

UNDIRVÍSING

Yrkadagar verður undirvíst 9-12, og 13-15/16.

Á kvøldi, og í vanligu vikuskiftunum koma undirvísing og/ella felagstiltøk eisni fyri. Hetta kann t.d. verða filmskvøld, verkætlanir, útferðir, ítróttur, o.a. leygardag/sunnudag seinnapart. Námsferðir kunnu vara 1-3 dagar. 

Tá frí-vikuskifti er, er skúlin stongdur og næmingarnir fara heim.

 

MÁLTÍÐIR

Yrkadagar er morgunmatur kl 8.30. Døgurði kl. 12. Nátturði kl 17.30.

Vanlig vikuskifti eru tvær máltíðir: morgunmatur 10-11, og nátturði kl.18.

Tá frívikuskifti eru, er køkurin stongdur og næmingarnir fara heim.

Allir næmingar luttaka í felags uppgávum, so sum reingerð og køkshjálp. 

Í vikuskiftum matgerða næmingar saman við vakthavandi lærara.

 

AT HAVA VIÐ

Tína egnu dýnu, kodda og seingjarklæði.

Handklæði, ítróttarklæðir, svimjiklæðir.

Soviposa og undirlag.

Gummistivlar og góð heit klæði, ið hóska til føroyska veður- og landslagið.

Okkurt (borð)spæl, sum tykkum dámar væl.

Onkran film, sum tykkum dámar væl.

Onkran tónleik, sum tykkum dámar væl.

Eitt ljóðføri, um tit hava.

Tykkara egnu penslar/blýantar, um tit hava onkrar, sum tykkum dámar serliga væl. Annars hava vit á skúlanum.

Myndatól.

Onkrar myndir av tykkum og tykkara heimbygd/bý.

MEIRA KUNNING?

Føroya Fólkaháskúli - haskulin@haskulin.fo

Heimasíða: www.haskulin.fo

Facebook: www.facebook.com/haskulin

Instagram: www.instagram.com/foroyafolkahaskuli

Á Føroya Fólkaháskúla er ongin lesiætlan, ongar royndir, einki trýst.

Á Føroya Fólkaháskúla skalt tú ikki prógva nakað fyri nøkrum øðrum, enn tær sjálvum.

Á Føroya Fólkaháskúla kanst tú finna frið til at kaga inn í teg sjálva/n, út í heim og fram í tíðina.

Á Føroya Fólkaháskúla sleppur tú at hitta fólk, tú ongantíð hevur hitt, royna okkurt tú ongantíð hevur roynt, og síggja støð tú ongantíð hevur sæð.

Á Føroya Fólkaháskúla býrt tú í heimligum og hugnaligum umhvørvi í fýra mánaðir saman við ungum úr øllum Føroyum og útlondum.

Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at finna teg sjálva/n í møtinum við onnur.

Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at uppliva ein felagsskap, sum kann geva tær vinir fyri lívið.

Á Føroya Fólkaháskúla fert tú at mennast sum menniskja og sum samfelagsborgari.

Á Føroya Fólkaháskúla sleppur tú at stimbra tíni skapandi evni.

Einans 15.800 kr fyri 4 mánaðir, íroknað undirvísingartilfar, gisting, mat, námsferðir, o.a.

bottom of page