
LivaSkriva
08
Februar
Dates: 08/02 - 11/02
Undirvísarar: Oddfríður Marni Rasmussen & Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Kostnaður: 2000 kr
Tekning: haskulin@haskulin.fo
Vælumtókta skriviskeiðið hjá Føroya Fólkaháskúla verður nú í februar!
Hetta er eitt spennandi og mennandi skriviskeið, har lívið verður tikið við.
Vit skriva og lesa bæði poesi og prosa, sum tit sjálvi hava við.
Skriviskeiðið vendir sær ikki bert til tey, sum vilja liva av at skriva, men til øll, sum dáma væl at skriva, og vilja duga betri at skriva.
Á skeiðnum fáa vit nøkur amboð til at koma í gongd við at skriva.
Vit fara at tosa um hvussu søgur, yrkingar ella aðrir tekstir skulu byggjast upp. Hvat skal við í tekstirnar og hvussu skal hetta skipast? Hvussu ger man persónar og annað?
Eingin avmarking er fyri, hvat slag av teksti kann skrivast, og mátarnir at skriva ein tekst eru so nógvir. Í felag kunnu vit hjálpa hvørjum øðrum at mennast sum rithøvundar. Og tað ger tað ikki verri at vit kunnu arbeiða og búgva og eta saman, í einum hugnaligum og heimligum háskúlaumhvørvi.