GESTALÆRARAR 2022-2023
Joél Colas og Miriam de Sela

SKEIÐ Í NÝSIRKUS
Fyrstu gestalærar, ið vitja Háskúlan í ár, eru Joël Colas úr Fraklandi og Miriam de Sela úr USA.
Miriam hevur verið sirkuslistafólk síðani hon var 9 ára gomul, við sergrein sum akrobatur og sum reiggjusnillingur. Joël er somuleiðis sirkuslistafólk. Hann er lærdur klovnur og línudansari frá C.N.A.C in Chalons en Champagne. Miriam og Joël hava arbeitt og livað saman seinastu omanfyri 20 árini og hava tey víst síni kynstur fram kring allan heim.
Við støði í arbeiðsháttinum, sum verður nýttur í nútíðar sirkusi, verður arbeitt við kroppinum og við tyngdarmáttinum. Vant verður við javnvág í ymiskum støðum, bæði í stillari støðu og gjøgnum rørslu fyri at sansa meiri og fyri at megna at nýta kroppin enn betur – venjingarnar skifta ímillum einstaklinga- og felagsvenjing.
Logrén@Skriver saman við Heðin Ziska Davidesen


"Norden er en sang"
Norden er ein sang var ein 2 daga verksmiðja við finsk-danska duoina Logrén@Skriver, saman við Heðini Ziska Davidsen. Næmingarnir lærdu sólkaløg úr ymiskum norðurlondum, og á kvøldi høvdu tónleikararnir konsert á Háskúlanum.
http://samspillmusic.no/artist/lassi-logren/
https://www.hedinziskadavidsen.com/