16-19 mei

FOTOSKEIÐ v/ Edvard Nyholm Debess

Vælumtókta fotoskeiðið við Edvardi Nyholm Debess verður aftur á Føroya Fólkaháskúla.

Edvard, ið hevur latið tvær fotobøkur úr hondum, fer við luttakarunum at hava eitt arbeiðsvikuskifti har vit menna okkara evni at síggja motivir, og til at fanga løtuna.

Vit fara at arbeiða við ymiskum sjangrum, m.a. dokumentar, portrett og landslag, umframt at koma inn á m.a. teknikk, myndafatan, myndaevni.

Á hesum skeiðnum verður arbeitt við at loysa settar fotouppgávur og roknast skal við at arbeiða bæði einsamallur og í bólki.

Tíð: 16-19 mei 2019
Stað: Føroya Fólkaháskúli
Kostnaður: 1000 kr (vistarhald íroknað)
Luttakarar: Øll sum eiga eitt myndatól skulu verða vælkomin. Tó er aldursmarkið 15 ár.

KUNNING & TEKNING: haskulin@haskulin.fo

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)