
4-7.apríl
FILMSSJÓNLEIKUR fyri ný-byrjarar - Eitt serskeið við Andrias Høgenni
Á einum palli er einki filtur millum sjónleikaran og áskoðarafjøldina. Men sum sjónleikari á einum filmsetti skal tín framførsla fyrst tulkast av einum filmstóli, og einum strongdum filmsliði, og síðani eisini av einum klippara, áðrenn lidna framførslan kann sýnast á stóra skíggjanum.
Á hesum ser-skeiðnum fer filmsleikstjórin og trý-dupulti Geyta-vinnarin, Andrias Høgenni, at geva nýggjum sjónleikarum eina innleiðing til tær avleiðingar og avbjóðingar ið standast av, at aftasti áskoðarin í leikhúsinum knappliga er vorðin linsan á einum filmstóli.
Amboðskassin hjá filmslistini er stórur, og á skeiðnum fara vit at fjakka víða. Hvør skeiðsluttakari fær høvið at standa bæði aftanfyri og frammanfyri filmstólið.
Undirvísari: Andrias Høgenni
Hvar: Føroya Fólkaháskúli
Nær: 4-7.apríl 2019
Málbólkur: Nýggir sjónleikarar ið vilja fáa fleiri filmsroyndir, úr 15 árum og upp.
Krøv: Hvør skeiðsluttakari skal hava við sær eina telefon við kamera.
Kostnaður: 750 kr.
Tekning: haskulin@haskulin.fo