top of page
Julie.jpg

3-6 mei & 10-13 mei

Filmsjónleikur / casting

Í mai verður eitt spennandi serskeið á Føroya Fólkaháskúla, við serligum denti á casting-venjingar og royndar-filmsupptøkur.

Endamálið við skeiðnum er, at geva teimum sum vilja royna seg í filmssjónleiki tey best hugsandi amboðini til at fyrireika, velja og venja tilfar til filmsupptøku, og eisini at avgreiða royndarfilmingar.

Arbeitt verður við tilvitinum um film sum miðil, og hvat skal til fyri at spæla sjónleik umvegis hendan miðil.

Hvat kunnu pallroyndir geva okkum, og hvør er munurin á frásøgu og framførsluteknikkinum í pallrúminum og frammanfyri filmsupptøkutólið? 
Hvussu, hvat riggar og ikki, og hví.

Arbeitt verður við fyrireiking, framførslu, yvirskipaðum redigeringsteknikki.

Undirvísari verður Julie Wieth úr Keypmannahavn, ið hevur drúgvar royndir í filmssjónleiki, bæði sum sjónleikari og leikstjóri.

Hon hevur verið sjálvstøðugur konsulentur á leikhúsum og filmsframleiðslufeløgum, hon hevur eisini verið knýtt at Den Danske filmsskole, Den Danske Scenekunstskole og eisini filmsskúlan Super16.

Harafturat hevur hon sítt egna filmcasting-felag, Another casting Company, saman við m.ø.Tanja Grunwald. Har hevur hon seinastu gott 10 árini, sum casting director, fingist við at finna og menna teir heilt røttu sjónleikarnar til teir heilt røttu leiklutirnar.

NÆR: 3-6.mai og 10-13.mai 2019
HVAR: Føroya Fólkaháskúli
KOSTNAÐUR: 1000 kr (við vistarhaldi)
ALDURSMARK: Niðureftir, 9.flokk ella samsvarandi aldur, Uppeftir: Einki aldursmark.
TEKNING: haskulin@haskulin.fo

bottom of page