fre. 18. mar.
|Tórshavn
Vit dansa! Familjuskeið
Sharon Weiss og Kristian Blak

Tíð og stað
18. mar. 16.00 – 20. mar. 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14
Um skeiðið
Aldursmark 7 ár, einki aldursmark uppeftir, men tú skalt vera dansifør/ur.
Familjuskeið, har fleiri ættarlið dansa saman. Vit dansa fólkadans og gera ymisk dansuspøl. Á skránni er eisini felagssangur, onnur spøl, okkurt handaligt/handarbeiði¸ og møguliga samanspæl, um onkur hevur ljóðføri við, ið tey duga at spæla á. Børn skulu hava minst ein vaksnan við, sum tey eru knýtt at.
Skeiðsgjald er 1800 kr fyri vaksin og 750 kr fyri hvørt barn. Gjaldið er fyri undirvísing og fult vistarhald.
_______________________________________________________________________________
Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.