Fri, Mar 12 | Føroya Fólkaháskúli

Viewpoints & kompositión Leiklist

v/ Gunnvá Zachariasen Viewpoints er ein háttur at skapa tilfar til pallin.

Tíð & stað

Mar 12, 4:00 PM – Mar 14, 4:00 PM
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Viewpoints & Kompositión

v/ Gunnvá Zachariasen

Málbólkur: Øll ið hava hug til sjónleik, dans ella bara til at finna inn til tað skapandi gleðina.

Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Viewpoints er ein háttur at skapa tilfar til pallin. 

Tvs. vit læra ein hátt at improvisera, har tú gerst tryggur á gólvinum og kann skapa tilfar til leik - ella bara hugna tær við tí.

Vit arbeiða á gólvinum og hyggja at hinum og læra at seta orð á, hvat riggar og hví tað riggar. 

Tú lærir teg snøgt sagt eitt nýtt mál upp á tríggjar dagar: Viewpoints!

 

Tá tú hevur lært teg meginreglurnar við Viewpoints fara vit ígongd við at skapa smáir leikir, úti sum inni.

_____________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)