fre. 06. mar. | Føroya Fólkaháskúli

ÚTSETT TIL NÆSTA ÁR! Pennurin, pappírið og kvinnan

Annu Malan Jógvansdóttir, rithøvundur Í føroyskum bókmentum mangla kvinnurøddir, ið kunnu siga frá sínum lívi og gerandisdegi.
Man kan ikke længere tilmelde sig
ÚTSETT TIL NÆSTA ÁR!  Pennurin, pappírið og kvinnan

Tíð & stað

06. mar. 2020 16.00 – 08. mar. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Pennurin, pappírið og kvinnan

v/ Annu Malan Jógvansdóttir, rithøvund

Málbólkur: kvinnur, gentur, ommur, mammur, vinkonur, konur og alt har ímillum.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Í samband við altjóða kvinnudagin tann 8. mars skulu føroyskar kvinnur hava møguleikan at hittast og skriva um seg sjálvar. Í føroyskum bókmentum mangla kvinnurøddir, ið kunnu siga frá sínum lívi og gerandisdegi. Vit fara at granska viðurskifti hjá kvinnuni í mun til náttúru, politikk, pengar, arbeiðsmarknað, kynslív og list.

Anna Malan Jógvansdóttir er útbúgvin frá Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn í 2018. Hon hevur útgivið yrkingasøvnini Undirfloyma (2015) og Korallbruni (2018). Í sínari list viðger Anna Malan sambandið millum kvinnur, náttúru, sálarheilsu, seksualitet og samfelag.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil