Undrunarskeið Skriving
Tíð & stað
Um skeiðið
Undrunarskeið Skriving
v/Rakel Helmsdal
Málbólkur: Øll sum vilja læra ella menna sína kreativa skriving, byrjarar eins og víðarikomin.
Skeiðsgjald 1800 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.
Gjøgnum royndir og spøl taka luttakararnir áhaldandi nýggja støðu til hugskotið hjá sær, menna, broyta og endurskapa.
Praktiskar uppgávur og skriviprosessir avloysa hvørja aðra, soleiðis at verkið verður tikið sundur og sett saman av nýggjum umaftur og umaftur.
Hetta kann føra til sera áhugaverda skriving og nýggjar hættir at síggja skriviprocessina og skapandi tankagongdinar.
_____________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.