Time is TBD
|Tórshavn
Týðaraskeið, AVLÝST
Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen

Tíð og stað
Time is TBD
Tórshavn, Háskúlavegur 14
Um skeiðið
Skrivi- og týðaraskeiðini við Arnbjørn og Oddfríði, báðir rithøvundar og týðarar, hava verið ein væl dámdur táttur á Háskúlanum.
Hetta týðaraskeiðið vendir sær til teirra, sum týða skaldsligar tekstir til og úr føroyskum, alt frá skaldsøgum og yrkingum til ferðafrásagnir og essay.
Á skeiðnum koma vit inn á almennar týðaraspurningar og ítøkiligar spurningar viðvíkjandi týðing til og úr føroyskum. Eisini verða venjingar í at týða, bæði sjálvstøðugt og í felag.
Skeiðið er eitt gott høvi hjá týðarum at hittast og skifta millum sín vitan og royndir, samstundis sum ein fær undirvísing í ymsum táttum innan týðing.
Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.
________________________________________________________________________
Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.