fre. 21. feb. | Føroya Fólkaháskúli

Tvørlistarligt skriviskeið

Rakel Helmsdal Lat upp fyri tað undrunarverda og skiftandi - lær at menna, broyta og endurskapa.
Man kan ikke længere tilmelde sig

Tíð & stað

21. feb. 2020 16.00 – 23. feb. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

Tvørlistarligt skriviskeið “lat upp fyri tað undrunarverda og skiftandi” 

v/Rakel Helmsdal, rithøvundur og fjøllistafólk.

Málbólkur: Øll sum vilja læra ella menna sína kreativa skriving, byrjarar eins og víðarikomin.

Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.

Gjøgnum venjingar og spøl taka luttakaranir alla tíðina nýggja støðu til hugskotið hjá sær, menna, broyta og endurskapa. Praktiskar uppgávur og og skriviprosessir avloysa hvørt annað, soleiðis at verkið verður tikið sundur og sett saman av nýggjum. Hetta kann føra til sera áhugaverða skriving.

Rakel Helmsdal er fødd í 1966 og búsitandi í Tórshavn. Tó búði hon fimm ár í Frankaríki, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel hevur undirvíst í kreativar skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Harumframt hevur hon marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir. Rakel hevur vunnið fleiri virðislønir og verið í uppskotið bæði til Norðurlendska bókmentavirðisløn og Astrid Lindgren virðislønina í fleiri umførum.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil

© 2019 Føroya Fólkaháskúli                                         haskulin@haskulin.fo

 +298311743 (telefontíð: gerandisdagar 10-14)