lør. 11. apr. | 3 daga teldutøkt skeið

The Slow adventure , onlineskeið byrjar 11.4

Floortje Zonneveld og Eva Bullens, NL Ein forvitnislig, kollektiv rannsóknarferð í umhvørvið har vit liva.
Man kan ikke længere tilmelde sig
The Slow adventure , onlineskeið byrjar 11.4

Tíð og stað

11. apr. 2020 10.00 – 29. apr. 2020 20.00
3 daga teldutøkt skeið

Um skeiðið

Slow adventure

v/Floortje Zonneveld og Eva Bullens, NL

Málbólkur: Familjur og vaksin

Skeiðsgjald Ókeypis

Slow adventure er ein kollektiv rannsóknarferð í umhvørvið har vit liva. Meðan tú gongur túrar gerst tú royndir og uppgávur á staðnum. Vit brúka allar sansir, at føla, hoyra, síggja, lukta, og dokumentera upplivingarnar í prenti, savnan av tilfari og ljóðupptøkur. Úrslitið verður eitt listaverk um okkum menniskju í landslagnum, enføldu gerðirnar at ganga og markera; finna og skapa form og innihald í stað, tið og fjarstøðu.

Eva Bullens (1987) og Floortje Zonneveld (1987) hava báðar lisið á Utrecht School of the Arts. Tær hava staðið fyri og sýnt fram verkætlanir á Træa Festivalen (NO), Tromsø Film Festival (NO) og Arctica Art Centre (Svalbard). Seinastu árini hava tær gist fleiri ferðir í listabústaðinum í Tjørnuvík og arbeitt í føroyskum skúlum m.a. sum økislistafólk í Listaleypinum.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.