fre. 28. apr.
|Føroya Fólkaháskúli
Tekniskeið
Barbara Hilduberg

Tíð og stað
28. apr. 16.00 – 30. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Tekniskeið
Hevur tú hug til at tekna? Og ynskir tú at læra ymiskar, áhugaverdar teknikkir – í góðum selskapi og mannandi umhvørvið? So er tekniskeið á Føroya Fólkaháskúla júst nakað fyri teg. Á tekniskeiðnum taka vit hvønnannan í hondina, og vit førka okkum spakuliga frá pinnamonnum til vakrar croquis tekningar. Undirvísingarformurin er lættur, og vit hugsa í skuggum, formum og perspektivum – eisini tá ið vit fara út at tekna í vøkrum, uttandura umhvørvi. Vit fordjúpa okkum í áhugaverdum teknihættum, og vit nema okkum tekniskar førleikar – ið vónandi eru við til at kveikja áhugan fyri víðari arbeiði við myndlist. Skeiðið er ætlað øllum – royndum sum óroyndum, og vit leggja stóran dent á gott samanhald og hugnaligar upplivingar.
Um Barbaru Hilduberg
Sum undirvísari hevur hon eina MA frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn. Eisini hevur hon gingið á tekniskúlanum Skolen for kunst og design í Århus, og undirvíst í tekning á skúlum og almennum stovnum. Barbara hevur eisini fingist nógv við scenografi, bæði á palli og í filmshøpi.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.