fre. 22. apr. | Tórshavn

Tekniskeið

Barbara Hilduberg
Tekniskeið

Tíð og stað

22. apr. 16.00 – 24. apr. 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

TEKNA TEG HER

Á skeiðnum fáa næmingarnir kunnleika til nógvar ymsar teknihættir. Vit arbeiða við grundleggjandi vitan innan klassiska tekning; ljós og skugga, perspektivtekning, konturtekning o.a., og vit tekna lutir, rúm og menniskju á ein realistiskan hátt. Vit brúka ymisk høli á háskúlanum, og leggja merki til spennandi arkitektoniskar detaljur og smálutir. Eisini hava vit á skeiðnum eitt "serligt eyga fyri hvørjum øðrum", og leggja til merkis anatomiskar og fagurfrøðiligar detaljur, ið vit halda vera áhugaverdar at tekna.

Skeiðið leggur serligan dent á felagsskapin; vit hjálpast at, vísa fram og seta orð á listarligar kvalitetir hjá hvørjum øðrum

Barbara er útbúgvin á Kongaliga Akademi'num í Keypmannahavn í 2018 (BA í møbul- og rúmdesign, og MA í co-design). Umframt hetta hevur hon gingið á Tekniskúla í Århus (Skolen for Kunst og Design) og á háskúla í Kbh (Johan Borups Højskole). Skeiðið er fyri øll, sum eru áhugað í klassiskari tekning. Framferðarhátturin er lættur, og hóast vit fara tekniskt til verka, so er skeiðið lagt til rættis á ein óhátíðarligan og lættan hátt.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.