fre. 31. mar.
|Føroya Fólkaháskúli
Teknimaraton
Pernille Mejslov

Tíð og stað
31. mar. 16.00 – 02. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Teknimaraton
Á hesum skeiðinum fært tú betri kunnleika at tekna menniskjakroppin, við at hugsa á ein øðrvísi hátt. Vit tekna fullar kropsmyndir og hugsavna okkum um smálutir, bæði ítøkiliga og abstrakt.
Pernille Mejslov hevur hildið vælumtøkt skeið á háskúlanum í fleiri ár, og undirvísir árliga myndlistalærarum á Námi. Umframt at vera útinnandi listafólk, lesur hon listasøgu í Svøríki. Hon er áhuga í, hvussu nútíðarlist saman við siðbundnum tekniførleika, kann lata upp nýggjar møguleikar hjá luttakararnum.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.