Endnu ikke afgjort | Føroya Fólkaháskúli

Stanislavskij-skeið (MáF) AVLÝST

Tríggir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi.
Man kan ikke længere tilmelde sig
Stanislavskij-skeið (MáF) AVLÝST

Tíð & stað

Endnu ikke afgjort
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

    

Set kross í kalendararn 08. – 10. mai 2020 og tekna teg til Stanislavskij-skeið, ið MáF skipar fyri á Føroya Fólkaháskúla. Tríggir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi.

 

Tað verður danski sjónleikarin Hanne Jørna, ið fer at undirvísa. Hon var eisini í Føroyum og undirvísti í 2017 í Stanislavskij-skeiðnum, sum luttakararnir vóru sera væl nøgdir við. Undirvísingin er dynamisk, avbjóðandi, setur krøv til luttakararnar og er mettað við læruríkum amboðum, sum tú kanst arbeiða við sum sjónleikari, líkamikið um tú ert royndur ella óroyndur. Á hesum skeiðnum lærir tú at menna tína upptraðkan við ymiskum improvisatións- og kropsvenjingum, ið fevna um eitt nú at eygleiða og liva teg inn í lívið rundanum teg og at víðka um hugflogið og tilvitanina. 

Hanne Jørna hevur meir enn 20 ára royndir sum undirvísari, coach og framleiðari í improvisatións- skeiðum fyri bæði áhuga- og yrkisleikarum og sangarum. Hon er útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole / Den Danske Scenekunstskole og hevur í fleiri ár verið knýtt at Statens Teaterskole og arbeiðir sum dramalærari á Opera-Akademiet í Keypmannahavn.

 

Undirvísingin verður fríggjadag til sunnudag frá kl. 09.00 – 17.30 við matarsteðgi á middegi umframt okkurt leskandi/etandi í smáum støðgum fyrra- og seinnapart. 

Gevi gætur, at møtt verður hóskvøldið 7. mai til samansjóðing og ábit.

 

Prísurin fyri alt skeiðið íroknað uppihald og mat á háskúlanum er kr. 1.500 / 2000. Avmarkað pláss.

 

Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo ella við at fara inn á tiltakið Stanislavskij-skeið á Facebook. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 9181-185 132 4 í seinasta lagi 31. mars 2020

Man kan ikke længere tilmelde sig

Deil