man. 08. mar.
|Føroya Fólkaháskúli
Skrivisalon á kvinnudegnum
Kvinnudagin hevur tú ein gyltan møguleika at luttaka í skrivisalon hjá trimum av teimum allar heitastu og dugnaligastu rithøvundunum í landinum.

Tíð og stað
08. mar. 2021 18.00 – 21.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Kom og verð við, tá Marjun Syderbø Kjelnæs, Anna Malan Jógvansdóttir og Lív Róadóttir Jæger leggja lag á skriviverkstað, hugleiðingar og hugna.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Tekna teg her á heimasíðuni.
_____________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.