fre. 12. jun.
|Føroya Fólkaháskúli
Skeið í rødd og framburði av teksti FULLTEKNAÐ!!
Súsanna Tórgarð, sjónleikari. Tor betur at stíga fram og taka orðið

Tíð og stað
12. jun. 2020 16.00 – 14. jun. 2020 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Skeið í rødd og framburði av teksti
Málbólkur: Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki, roynd og óroynd.
Skeiðsgjald 1500 kr, fyri undirvísing, gisting og mat.
Vit arbeiða við grundleggjandi andadráttsvenjing og kropsburði, við tekstum og smáum leikbrotum. Førleikin at brúka røddina rætt mennist, og tú fær innlit í hvat tú reint kropsliga kann, fyri at fáa eina størri nærveru – sum sjónleikari, undirvísari, fyrilestrarhaldari, fundarleiðari. Tú torir betur at stíga fram og taka orðið. Arbeitt verður í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.
Súsanna Tórgarð er útbúgvin á Nordisk teaterskole í Århus í 1990,og hevur
síðani tá arbeitt innan føroyska leiklist , sum sjónleikari, leikstjóri, rithøvundur
og undirvísari. Hon hevur prógv sum Accredited teacher from Voice Studio
International í London, og hevur havt fleiri skeið í hesum arbeiðshátti.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.