fre. 04. mar. | Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Skapa títt egna bindimynstur

Katrina í Geil Skeið fyri handbindarar
TEKNA TEG
Skapa títt egna bindimynstur

Tíð og stað

04. mar. 16.00 WET – 06. mar. 16.00 WET
Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Um skeiðið

Á skeiðnum skapar tú tíni egnu bindingarmynstur, sum rigga væl og kunnu brúkast beinanvegin. Tú lærir einfaldar mátar at gera mynstrini, seta ymiskar litir saman og fært góð ráð um, hvar á kroppinum mynstrini kunnu brúkast Vit arbeiða bæði á pappíri og á stokkunum, har samanrenningin av litum, tógvi og binding fær nýggju mynstrini koma fram í ljósið.

Katrina í Geil er tekstilsniðgevi við sergrein í binding og Master í Sniðgeving. Hon arbeiðir sum sniðgevi og persónligur stílistur. Hon kannar í løtuni konufólkatroyggjuna til føroysku klæðini, og arbeiðir við bók um klæðir, sum fáa okkum at trívast væl bæði innaní og uttaná.

Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.

_______________________________________________________________________________

Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.