top of page

fre. 24. mar.

|

Føroya Fólkaháskúli

Skapa egin bindimynstur

Katrina í Geil

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Skapa egin bindimynstur

Tíð og stað

24. mar. 16.00 – 26. mar. 16.00

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar

Um skeiðið

TEKNA TEG

Skapa og set lit á tíni egnu bindimynstur

Skapa tíni egnu bindingarmynstur, sum rigga væl og kunnu brúkast beinanvegin. Tú lærir einfaldar mátar at gera mynstrini, seta ymiskar litir saman og fær góð ráð til, hvar á kroppinum mynstrini kunnu brúkast Vit arbeiða bæði á pappíri og á stokkunum, har litir, tógv og binding lata nýggju mynstrini koma fram í ljósið.

Føroyingar hava bundið síðani 16. øld.  Alla tíðina skapa, broytt, laga til tað, sum var og tann, sum skuldi brúka klæðini. Í eini tíð, har tað burðardygga kann bjarga verðini, eigur gamla klædnamentanin at koma fram aftur í ljósið, tí hon var ongantíð annað enn burðardygg.

Skeiðshaldari

Katrina í Geil er tekstildesignari við sergrein í binding og Master í Design. Hon arbeiðir sum designari og persónligur stílistur.  Hon arbeiðir við bók um klæðir, sum fáa okkum at trívast væl bæði innaní og uttan.

_______________________________________________________________________________

Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page