fre. 14. apr.
|Føroya Fólkaháskúli
Sjónleikur
Gunnvá Zachariasen

Tíð og stað
14. apr. 16.00 – 16. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Sjónleikur - grundskeið - improvisation - spæl - rúmkensla - kropskensla
Á skeiðinum fáast vit við grundleggjandi venjingar, har vit spæla - og tað er skeg og samstundis djúpt seriøst. Onki press, bara menning og læring. Bæði roynd og óroynd kunnu vera við.
Gunnvá hevur spælt sjónleik síðani hon gekk í fólkaskúlanum á Venjingarskúlanum, í
Hoydølum og í Sjónleikarahúsinum, á fólkaháskúla í Svøríki, og hon tók síðani útbúgving
sum sjónleikari á Statens Teaterskole í Danmark.
”Eg blívi helst ongantíð heilt liðug, at stilla mítt forvitni við at arbeiða við sjónleiki á ymsan
hátt.”
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.