top of page

tir. 22. nov.

|

Tórshavn

Rødd og framburður - tor at taka orðið við Súsonnu

Skeiðið er fyri øll sum eru áhugað í at menna røddina og framburðin av teksti. Vit arbeiða við grundleggjandi andadráttsvenjingum og kropsburði, til tess at fáa samband við røddina í kroppinum. Útfrá hesum verður arbeitt við tekstum, yrkingum og evt. smáum leikbrotum, og tú fært nøkur einføld amboð

Man kan ikke længere tilmelde sig
Se andre begivenheder
Rødd og framburður - tor at taka orðið við Súsonnu

Tíð og stað

22. nov. 2022 17.00 – 23. nov. 2022 19.00

Tórshavn, Háskúlavegur 14

Um skeiðið

-> TEKNA TEG HER <-

Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice  Studio International í London. Sí meira á  www.voicestudiointernational.com

Endamálið er, at luttakarar  gerast tilvitaðir um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum.  Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og tú fær innlit í tína  egnu styrki, og hvat tú reint kropsliga kann gera, fyri at fáa eina  størri nærveru – sum undirvísari, fyrilestrahaldari, fundarleiðari,  sjónleikari á pallinum – tú torir betri at stíga fram og taka orðið.

Hesin  arbeiðsháttur tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at  menna teg, júst har tú ert beint nú. Arbeitt verður bæði í bólki og við  hvørjum einstøkum luttakara.

Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki – roynd og óroynd.

Súsanna Tórgarð er sjónleikari og leiklistafólk.

Hon hevur drúgvar royndir við raddarskeiðum og framførslum.

Súsanna er fastur lærari á Føroya Fólkaháskúla.

_______________________________________________________________________________

Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina  viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna  seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey  eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við  menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at  Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um  serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á  møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva "gávukort" undir serlig ynski, tá tú meldar til.

bottom of page