fre. 04. mar.
|Tórshavn
Rødd og framburður - tor at taka orðið 1 FULLTEKNAÐ
Súsanna Tórgarð

Tíð og stað
04. mar. 16.00 – 06. mar. 16.00
Tórshavn, Háskúlavegur, Tórshavn, Faroe Islands
Um skeiðið
TEKNA TEG HER
Skeiðið er fullteknað. Til ber at koma á bíðilista, ella at tekna seg til næsta ræddarskeið sum er 8.-10. apríl.
Skeiðið er fyri øll, sum dagliga brúka røddina sum arbeiðsamboð, umframt onnur sum hava áhuga í at menna røddina og tora betri at taka orðið. Vit arbeiða við grundleggjandi andadráttsvenjingum og kropsburði, til tess at fáa samband við røddina í kroppinum. Tú fært nøkur einføld amboð og innlit í, hvat tú reint kropsliga kanst gera, fyri at fáa ein meira náttúrligan framburð, og hvussu tú gjøgnum arbeiði við røddini og kroppinum, kanst mennast persónliga, tora betri og gerast meira sannførandi, tá tað krevst at tú tekur orðið
Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London. Sí meira á www.voicestudiointernational.com
Súsanna Tórgarð er útbúgvin sjónleikari, og starvast eisini sum háskúlalærari á Føroya Fólkaháskúla.
Vikuskiftisskeið. Skeiðsgjald 1800 kr fyri undirvísing, tilfar og fult vistarhald.
_______________________________________________________________________________
Vit mugu tíverri gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar.